Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansiveturin byrjar 18. oktober

Jóhann Lützen

Klaksvíkar Dansifelag byrjar dansiveturin sunnukvøldið 18. oktober klokkan 20. Í vetur verður millum annað farið undir at læra Tróndar kvæði.

Dansað verður vanliga sunnukvøld klokkan 20. Fimm kvæði og vísur eru á skránni hvørt kvøld, men rúm verður eisini fyri øðrum, um hugur er til tess, siga tey frá Klaksvíkar Dansifelagi.

Fyrsta kvøldið verður Í Gøtu ein dag, Leivskvæði, Fípan Fagra, Flóvin Bænadiktsson og Leirvíks Páll á gólvi. Gjøgnum veturin fer felagið at læra Tróndar kvæði og venja Einars rímu enn betur.

Fleiri veitslur og tiltøk eru eisini á skránni. Felagið er boðið í 50 ára veitslu hjá Vága Dansifelag 21. november og í veitslu hjá Havnar Dansifelag 30. januar. Rivjakvøld verður 28. november, og jólahald hjá børnunum verður 6. desember, har vaksin eisini kunnu luttaka.

Eftir nýggjár eru nýggjársdansur í Dali 1. januar, trettandadansur í Sjónleikarhúsinum 9. januar og kyndilsmessudansur í Haraldsundi 5. februar eisini á skránni.

Í februar verður arbeitt við at skipa fyri eini ferð saman við sandingum til Keypmannahavnar at vitja dansifelagið Fótatraðk. Landsdansistevnan í Vági 8. mai og Norðoyastevna 5. juni eru eisini settar á skránna.

Limagjaldið er 150 krónur fyri vaksin og 100 krónur fyri limir undir 18 ár. Gjaldast kann við korti ella kontant á dansikvøldunum 18. oktober, ella við flyting á konto 6460–4880805. Navn skal viðmerkjast flytingini.

Kunning verður givin við sms og á Facebook. Limir, sum ikki eru í sms-skipanini, kunnu venda sær til ein nevndarlim. Kvæðauppskriftir eru at finna á www.eystdans.dk.