Granskingarráðið hevur latið upp fyri umsóknum um granskingarstuðul í 2027. Í morgin, mikudagin 7. oktober, verður kunningarfundur fyri bæði nýggjar og royndar umsøkjarar.
Fundurin verður klokkan 14.00–15.30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25, á veghædd.
Kunnaður verður um stuðulsmøguleikar, krøv og treytir. Umsøkjarar fáa eisini at vita, hvør kann søkja, hvat kann stuðlast og hvat dentur eigur at verða lagdur á í umsóknunum.
Reglurnar fyri umsóknir eru dagførdar, og ein neyvari vegleiðing er gjørd. Tí mælir Granskingarráðið eisini royndum umsøkjarum til at koma á fundin.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru níggju milliónir krónur settar av til stuðulsskipanina. Í 2026 fingu átta av 46 umsóknum stuðul, svarandi til sløk 18 prosent.
Umsóknarfreistin er 15. februar 2027 klokkan 12.00.
