Klaksvík
4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jenis hevur skotið Netanyahu upp til friðarprís Nobels

Jóhann Lützen

Jenis av Rana, løgtingsmaður, sigur, at hann hevur tilnevnt Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra í Ísrael, til friðarprís Nobels 2026. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 9. oktober.

Í einari fjølmiðlaheilsan skrivar Jenis av Rana, at hann 25. januar fekk váttan frá Norska Nobelstovninum um, at uppskot hansara var sent inn.

Hann grundgevur tilnevningina við, at Netanyahu eftir hansara tykki stríðist móti terrorismu vegna bæði Ísrael og aðrar tjóðir.

– Benjamin Netanyahu stríðir stríð okra allra móti terroristum, sum ikki virða mannalív, skrivar Jenis av Rana.

Heilsanin verður send út í dag, 7. oktober, á trý ára degnum fyri álopið hjá Hamas á Ísrael. Jenis knýtir eisini stuðulin til sína kristnu trúgv og samanber Netanyahu við bíbilsku drotningina Esther, sum bjargaði fólki sínum.

Sjálvur væntar hann tó ikki, at Netanyahu fær prísin. Hann heldur, at fordómarnir móti forsætisráðharranum og Ísrael eru ov stórir.

Norski Nobelstovnurin upplýsir, at ein tilnevning í sjálvum sær ikki er ein viðurkenning ella stuðul frá Nobelnevndini. Stovnurin váttar heldur ikki alment einstakar tilnevningar, sum eru trúnaðarmál í 50 ár.

Friðarprísur Nobels fyri 2026 verður kunngjørdur fríggjadagin klokkan 10 føroyska tíð.