Hesa vikuna fáa næmingarnir á Skúlatrøð møguleika at royna ymiskt frá slakti. Matarskipanin setir hesa vikuna skjóneykuna á tað sum eftir er av slaktinum. Hetta verður gjørt fyri at kveikja áhugan og forvitnið hjá næmingunum fyri føroyskum mati og føroyskum tilfeingi.
í gjár stóð blóðblinis, ein blóðpannukøka, við eplarótamorli á matlepanum, og í dag var tað nýru í nudlum í asiatiskari sós og várleyki. Næmingarnir lótu væl at, og hjá onkrum var tað fyrstu ferð tey ótu nýru.
Nú kunnu næmingarnir gleða seg til rættin í morgin, sum verður friterað hvítanýra við steiktum føroyskum eplum og remulátu.
Ein spennandi matskrá má sigast. Meir er at lesa um slakt og avroð her.





