Eitt nýtt átak skal hjálpa einstaklingum og fyritøkum at menna vørur úr føroyska havtilfeinginum. Freistin at senda hugskot inn er 15. oktober.
Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið fara 3. november undir eitt felags átak, sum skal skapa meira virði úr føroyskum rávørum úr sjónum.
Nú verður leitað eftir fólki og fyritøkum, sum hava hugskot at menna víðari. Rávøran kann vera fiskur, skeljadjór, tari, hjáframleiðsla frá fiski- og alivinnuni ella annað havtilfeingi.
Tað er ikki neyðugt at hava eina lidna vøru. Eitt hugskot ella ein vøra, sum longu er undir menning, kann vera grundarlagið fyri luttøku.
Í Mat- og tilfeingishúsinum fáa luttakararnir ráðgeving frá fakfólki og møguleika at royna og menna vøruna. Hjálpin kann millum annað fevna um uppskriftir, royndarframleiðslu, góðsku, haldføri, matvørutrygd, innpakking og marknað.
Luttakararnir eiga sjálvir hugskotini og standa fyri menningararbeiðinum. Samstarvspartarnir veita vitan, ráðgeving og karmar til arbeiðið.
Málið er at fáa hugskotini ment til veruligar, søluklárar vørur.
Áhugað kunnu senda eina stutta lýsing av hugskotinum, rávøruni og tí, tey vilja menna, til Drós í Ólavsstovu á drosi@mathusid.fo í seinasta lagi 15. oktober 2026. Meira fæst at vita á telefon 556068.
