Virkið Heyst bjóðar eina fjølbroytta skrá í Klaksvík í morgin, hósdagin 8. oktober. Á skránni eru millum annað søguløta, list, sjónleikur og føroyskur dansur.
Dagurin byrjar longu klokkan 6.30 við gongutúri við Norðoya Gongufelag. Frá klokkan 14 til 18 er opið hús í Reyðakrossbúðini á Faktorsvegi.
Klokkan 16.30 sigur Betta á Dalinum frá um heimalambið Nellu á Klaksvíkar Bókasavni. Samstundis byrjar pápa- og dóttirdagur hjá Euphoria, har neyðugt er at melda seg til frammanundan. Í Gamla Seglhúsinum er listaframsýning við Bárði Dal Christiansen frá klokkan 16.30 til 18.
Frá klokkan 18 bjóðar Tabletop Føroyar til brettspøl í Húsmøðrafelagnum.
Klokkan 19 ber til at læra at gagnnýta føroyska tálg á Spinnarínum, og í Biskupsstøðgarðinum er »Gandakellingin úr Skúvoy« á skránni.
Kvøldið endar við almennum føroyskum dansi í Skálanum frá klokkan 20 til 22 og hugnakvøldinum »Tak tann góða vanan« í Varpinum klokkan 20. Ókeypis atgongumerki til hugnakvøldið fáast á varpid.fo.
