Semingsroyndin millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið varð tikin uppaftur á KG Hotel í Klaksvík í dag, 8. oktober. Sáttmálarnir eru langt síðani farnir úr gildi.
Semingsstovnurin hevur boðað pørtunum til semingsroynd.
Norðlýsið skilir at semja millum partarnar verður undirskrivað í dag. Vit eru á staðnum og fylgja gongdini.
Feløgini vrakaðu semingsuppskotið síðst í apríl.
