Tá føroyingar megna at varðveita sítt mál, sína mentan og sínar bókmentir, eigur Ísland eisini at kunna halda tørn. Tað heldur íslendski rithøvundurin Tórarinn Eldjarn, sum saman við Einari Már Guðmundsson vitjaði í Klaksvík.
Kendu íslendsku rithøvundarnir vitjaðu í barnaheiminum hjá Einari Waag, gamla Føroya Bjór-húsinum við Klaksvíksvegin. Norðlýsið fekk eitt prát við úrmælingarnar. Prátið snúði seg um mál, mentan og bókmentir – og um, hvussu smá málsamfeløg kunnu varðveita síni eyðkenni og samstundis vera opin fyri umheiminum.
Báðir eru vaksnir upp í Íslandi og hoyra til fyrsta ættarliðið, sum vaks upp í sjálvstøðuga lýðveldinum. Teir hava tikið ímóti fremmandum ávirkanum, eitt nú úr filmum og tónleiki, men hava samstundis lagt stóran dent á íslendska málið.
Einar Már heldur, at óttin fyri, at enskt skuldi taka yvir, ikki er gingin út. Kortini hevði tað týdning, at summi vóru kritisk mótvegis fremmandari ávirkan.
Úrslitið var, at teir skrivaðu bøkur á íslendskum – og á rættiliga góðum íslendskum, leggur hann afturat.
Tórarinn vísir á, at undanfarin ættarlið høvdu eina meira puristiska tilgongd, har fremmandaorð vórðu reinsað úr málinum. Hansara ættarlið var meira opið, men virðingin fyri móðurmálinum var framvegis stór. Hann heldur, at ein tann besti mátin at varðveita eitt mál er at skriva yrkingar á tí.
Einar Már leggur dent á samskiftið millum Føroyar og Ísland og heldur eisini, at búskaparligar avtalur eiga at knýta londini tættari saman. Sjálvur er hann nógv ávirkaður av vitjanunum í Føroyum á ungum árum, ikki minst í Klaksvík.
Hann er hugtikin av føroyska bókmentaarvinum og nevnir William Heinesen, Jørgen-Frantz Jacobsen og Jóanes Nielsen. Báðir rithøvundarnir vísa eisini á góða samstarvið millum føroyskar og íslendskar tónleikarar.
Tórarinn heldur, at Føroyar kunnu vera ein fyrimynd hjá Íslandi. Megna føroyingar at varðveita sítt mál, sína mentan og sínar bókmentir, eigur tað átta ferðir størra Ísland eisini at kunna gera tað.
Báðir leggja tó dent á, at opinleiki hevur týdning. At avbyrgja seg er eingin gongd leið. Tað ræður um at taka ímóti íblástri og læra av hvørjum øðrum.

