Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður

Betesda

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer Høgni Johannesen at tala um evnið: ”Tey fýra stigini í lívi hins trúgvandi”, sangkórið í Betesda fer at luttaka, og dópur verður á møtinum.

Høgni Johannesen, sum er úr Havn, kom til trúgv sum unglingi. Hann og konan, Shamila, sum er úr Pakistan, hava í mong ár verið virkin í tænastu HARRANS, bæði í Pakistan og Føroyum.

Sunnukvøldið vitjar Høgni í Betesda, har hann á møtinum kl. 18 fer at tala um evnið: ”Tey fýra stigini í lívi hins trúgvandi”.

Sangkórið í Betesda, sum í ár fyllir 100 ár, fer at syngja, og eisini verður dópur.

Á møtinum mikukvøldið kl. 20 heldur Høgni fram at tala um og út frá sama evni.

Hjartaliga vælkomin 🙂