Hevur tú høvdið fult av góðum hugskotum, og dugir tú at fáa tey út í lívið? Hevur marknaðarføring tín stóra áhuga, og vilt tú gera mun? So ert tú kanska nýggi starvsfelagin á Marknaðardeildini
Vit leita eftir einum ágrýtnum og kreativum marknaðarráðgeva, sum hevur hug at menna og styrkja okkara marknaðarføring.
Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og fjølbroyttum arbeiðsdegi, har tú bæði fert at fremja okkara marknaðarstrategi og taka lut í kreativa og praktiska arbeiðinum – frá góðum hugskotum til ítøkilig átøk.
Um starvið
Uppgávurnar verða millum annað at:
• vera við til at fremja marknaðarstrategiina og marknaðarætlanirnar
• menna, samskipa og fremja kampanjur og marknaðarátøk
• hava ábyrgd av SoMið og skapa viðkomandi og fangandi innihald
• fyrireika og samskipa tiltøk
• umsita stuðulsavtalur og samstørv – og fylgja hesum upp
• støðugt meta um úrslitini av marknaðarføringini og tillaga komandi átøk so hvørt
• koma við kreativum hugskotum, sum styrkja okkara sjónligheit og vørumerki
Um teg
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving innan marknaðarføring, samskifti ella líknandi.
Tú hevur góða fatan av marknaðarføring og dugir bæði at hugsa strategiskt og arbeiða praktiskt. Tú ert kreativ/ur, hevur gott hugflog og dámar at síggja hugskot gerast til veruleika.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur gott yvirlit og trívist við fjølbroyttum arbeiðsdøgum, har tað til tíðir er nógv at gera. Tú ert stinn/ur í føroyskum, fyrikomandi og samstarvar væl – bæði innanhýsis og við okkara samstarvspartar.
Ynskiligt er, at tú hevur royndir á økinum og alt fyri eitt kanst framleiða innihald til sosialar miðlar – til dømis við at taka myndir, filma, gera reels og nýta viðkomandi amboð og forrit.
Vit leggja stóran dent á, at tú hevur áræði, tekur ábyrgd og vilt gera mun.
Vit bjóða
• Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
• Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
• Dugnaligar starvsfelagar og eitt arbeiðsumhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom og rúmlig – og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
• Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.
• Starvið verður sett skjótast til ber – ella tá rætti umsøkjarin er funnin.
Um marknaðardeildina
Á marknaðardeildini arbeiða vit við at styrkja Betri Trygging sum vørumerki, skapa viðkomandi samskifti og góðar upplivingar fyri kundarnar. Vit samstarva tætt við allar deildir í felagnum, umframt veitarar og samstarvspartar uttan fyri húsið.
Á deildini starvast ein marknaðarráðgevi, ein samskiftisráðgevi og marknaðarleiðarin. Vit eru eitt lítið toymi við stórum arbeiðshugi. Vit hjálpa hvør øðrum, deila hugskot og leggja stóran dent á gott og tætt samstarv, fakliga menning og góð úrslit.
Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send so tína umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi 16. november kl. 12.00.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Rannvá Hansen, HR & Marknaðarleiðara, á 548 575.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans – hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning – og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.
Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:
Heimasíða: www.betri.fo/trygging vel “Um okkum”
Facebook: Betri Trygging
Instagram: @betritrygging
Posta gevur í dag út ársins jólamerki og seinastu frímerkini í ár. Jólamerkini hava í hálva øld stuðlað góðum endamálum…
Norðlýsið kemur út fríggjadagin 30. oktober. Blaðið verður á tremur við áhugaverdum søgum, lýsingum og tilfari. Tilfar og lýsingar skulu…
Týsdagin 20. oktober klokkan 20.00 tekur Team Klaksvík ímóti H71 í KÍ Høllini. Menninir úr Hoyvík koma til Klaksvíkar at…