Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt starv skal sparast burtur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Jóhann Lützen

Heilsuverkið skal spara 14,7 milliónir krónur í 2027. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er sparikrav­ið 900.000 krónur, og eftir ætlan verður eitt starv spart burtur. Landsstýriskvinnan væntar, at sparingarnar fara at ávirka sjúklingaviðgerð og bíðilistar.

Tað kemur fram í svari frá Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um sparingarnar í heilsuverkinum.

Á Landssjúkrahúsinum skal starvsfólkahópurin eftir ætlan minka við fimm til seks kliniskum starvsfólkum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi verður eitt starv spart burtur á hvørjum staði.

Sambært svarinum verður spart í sjúklinganærum størvum og partvíst á tekniska økinum. Ikki verður útgreinað, hvat starv verður spart burtur á hvørjum av teimum báðum smærru sjúkrahúsunum.

Eitt fulltrúastarv er eisini niðurlagt í Heilsu- og orkumálaráðnum. Harumframt fara sparingarnar í Heilsustýrinum at fáa starvsfólkaavleiðingar, men enn er ikki avgjørt, hvussu tær verða framdar.

Sjúklingar fara at merkja sparingarnar

Landsstýriskvinnan sigur, at enn er ov tíðliga at lýsa ítøkiliga, hvussu sparingarnar fara at ávirka sjúklingaviðgerð, bíðilistar og brúk av konsulentum.

Hon staðfestir tó, at væntast má, at sparingarnar í størri ella minni mun fara at ávirka øll hesi viðurskifti.

Heilsutrygd hevur biðið um játtan til tvey nýggj kommunulæknastørv í 2027, men rúm er ikki fyri teimum í fíggjarlógaruppskotinum. Eitt av teimum báðum størvunum, sum játtan er til í 2026, verður tó væntandi ikki sett fyrr enn næsta ár.

Stuðul til sjúklingar og kvinnur verður strikaður

Ætlanin er eisini at strika eina millión krónur í stuðli til Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag, sum hava skipað fyri klimaviðgerð í Kroatia. Umleið 20 fólk verða ávíst til hesa viðgerð árliga.

Verður stuðulin strikaður, skulu serlæknar taka støðu til viðgerðina í hvørjum einstøkum føri. Tað kann merkja, at sjúklingar bert í serligum førum verða ávístir til klimaviðgerð í Kroatia.

Stuðulin á 450.000 krónur til »Ein góð byrjan« verður somuleiðis eftir ætlan strikaður. Hetta er eitt ókeypis tilboð til kvinnur, sum uppliva ótta, tunglyndi ella mistrivnað í viðgongutíðini ella eftir barnsburð.

Tilboðið fellur væntandi burtur, um játtanin verður strikað. Ráðið hevur biðið Heilsutrygd kanna, hvussu eitt tilboð til kvinnurnar kann skipast innan verandi skipanir.

Ikki rúm fyri trimum serlæknum

Eingin játtan er sett av til serlæknapulju í 2027. Tað merkir, at sjúkrahúsverkið ikki kann seta serlæknar á økjum, har eingin leys normering er.

Í svarinum verður víst á, at tríggir serlæknar væntandi verða tøkir næsta ár innan ávís serøki á Medisinska deplinum. Hesi øki hava longu fulla normering, og tí ber ikki til at seta læknarnar, um eingin serlæknapulja verður tøk.

Samlaðu sparingarnar eru býttar soleiðis:

ØkiSparing í krónum
Landssjúkrahúsið5.050.000
Heilsutrygdarveitingar – Heilivágsráð sett3.500.000
Heilsustýrið1.500.000
Heilsutrygd1.000.000
Giktafelag Føroya/Føroya Psoriasisfelag1.000.000
Klaksvíkar Sjúkrahús900.000
Suðuroyar Sjúkrahús800.000
Heilsu- og orkumálaráðið543.000
Ein góð byrjan450.000
Tilsamans14.743.000

Kelda: Svar frá Heilsu- og orkumálaráðnum, dagfest 20. oktober 2026, upp á fyrispurning nr. 52-069/2026.