Nýtt gólv, nýggjar strikur og størri vallarpláss geva feløgunum betri møguleikar at skipa venjingarnar og eisini venja samstundis í Badmintonhøllini. Arbeiðið verður liðugt hósdagin.
Badmintonhøllin í Klaksvík fær í hesum døgum eitt nýtt estetiskt úttrykk. Gamla gólvið frá 2007 var so nógv slitið, at neyðugt var at skifta tað og vit málað eisini høllina innan, greiðir Torkil Mørkøre, leiðari í Ítróttardepilinum, frá í samrøðu við Norðlýsið.
Við nýggja gólvinum eru eisini gjørdar nýggjar vallarstrikur og hol til stengur. Vallarplássið er vorðið størri, og broytingarnar gera tað møguligt hjá feløgunum at skipa venjingina betur og eisini at venja samstundis.
Talan er sostatt bæði um eina sjónliga dagføring av høllini og betri umstøður hjá teimum, sum brúka hana.
Sambært Torkili Mørkøre hava feløgini tikið sera væl ímóti broytingunum. Hann fegnast um góðu móttøkuna og sigur, at øll eru glað fyri loysnina.
Arbeiðið verður liðugt hósdagin, og tá kunnu feløgini taka dagførdu høllina í nýtslu.
