Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur stjóri í Fjarhitafelagnum er settur

Jóhann Lützen

Nevndin hevur gjørt av at seta Jákup Martin á Válinum sum nýggjan stjóra í Fjarhitafelagnum.

Jákup Martin tók útbúgving sum maskinmeistari í 2009, hann hevur seinastu tíðina siglt sum maskinmeistari við jack-up skipi innan vindmyllu uppseting. 

Jákup Martin hevur eisini royndir hjá SEV.  Fyrst sum maskinmeistari á grønu orkuverkunum og eisini sum økisleiðari í miðstaðarøkinum. Og seinast sum deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, áðrenn hann fór út aftur at sigla.

Nevndin vil takka Eiriki Mørkøre, ið hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri síðani í vár, eftir at Hans Christian Dam legði frá sær sum stjóri vegna aldur. Somuleiðis vil nevndin takka Hans Christiani fyri síni 22 ár sum stjóri í felagnum.

Tað arbeiða 6 fólk á Fjarhitafelagnum, sum fyri kortum flutti í nýggj høli Úti við Strond í Havn. 

Jákup Martin er 44 ára gamal, býr í Vestmanna saman við konu síni og trimum børnum.
Hann tekur við starvinum 1.januar 2027.  

Við vón um gott samstarv ynskja vit Jákup Martini til lukku við starvinum og blíðan byr.