Brúgvin millum Biskupstorg og Rótina er stongd fyri allari ferðslu, meðan vegarbeiði fer fram í miðbýnum.
Tað boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðuni. Arbeiðið byrjaði mánadagin 19. oktober og verður væntandi liðugt hósdagin 22. oktober.
Kommunan heitir á fólk um at vísa varsemi, velja aðra farleið og fylgja skeltingini á staðnum.


