Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Hetta er 25 árið at skipað verður fyri stórari maritimari framsýning í Ítróttarhallunum í Klaksvík. Á hvørjum árið hevur undirtøkan frá framsýnarum og almenninginum verið ovur stór og væntandi fer luttøkan í ár at seta met, sigur stjórin, Áki í Skemmuni.

Staðsetingin fyri framsýningina er sera væl vald. Beint í miðbýnum í Klaksvík er stóra ítróttarøki í býnum har ítróttarhallirnar báðar saman við svimjihøllini og Skálanum eru karmurin um Atlantic Fair 2026.

Vit vóru inn á gólvið í dag. Har var sera nógv virksemi og ein merkti á fólkunum, ið har stríddust, at tey gjørdu alt tað besta fyri at framsýningin kundi fara í gongd til ásettu tíðina í morgin, har borgarstjórin Karl Haldursson Johansen heldur røðu og setir stevnuna.

Latið verður upp í morgin 19. mai kl.10.00

Harleywoodpaint