Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt, og sent landsstýrinum/landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni árið eftir.
Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið tikið samanum heildargongdina hjá kommununum í 2025.
Frágreiðingin kann lesast niðanfyri ella takast niður sum PDF fílu her.
Frágreiðing um kommunalu roknskapirnar fyri 2025
Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt, og sent landsstýrinum/landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni árið eftir. Tikið verður samanum heildargongdina hjá kommununum í árinum.
Í talvuni niðanfyri sæst samantalt úrslit fyri kommunurnar fyri 2025:

Til samanberingar vísir talvan eisini samantald roknskapartøl fyri 2024 og fíggjarætlanartøl fyri 20261 umframt prosentbroytingar í mun til árið frammanundan.
Rakstrar og løguvøkstur
Samanlagt høvdu kommunurnar hall á 40,4 mió. kr. í 2025. Hetta er ein betran á 307,4 mió. kr. í mun til hallið á 347,8 mió. kr. í 2024. Broytingin kemur av lækking í løgum á 214,3 mió. kr. og hækking í skatti á 220,9 mió. kr. Hinvegin hækka útreiðslurnar til rakstur við áleið 117 mió. kr., og rentuútreiðslurnar hækka við 10,9 mió. kr.
Inntøkur og útreiðslur størri/minni ella ætlað
Í fíggjarætlanunum fyri 20252 varð upprunaliga roknað við 169,9 mió. kr. í halli. Hetta merkir at hóast hall, er úrslitið 129,5 mió. kr. betri enn ætlað. Orsøkin til hetta er, at samlaðu inntøkurnar av skatti vóru góðar 256,7 mió. kr. hægri, enn upprunaliga væntað. Hinvegin vóru bæði rakstrar og løguútreiðslurnar hægri enn upprunaliga ætlað, meðan rentuútreiðslurnar vóru um 3 mió. kr. minni enn upprunaliga mett.
Búsketterað er við halli fyri 2026
Ein samanteljing av fíggjarætlanunum fyri 2026 vísir, at roknað verður við einum halli á 179,7 mió. kr.. Hetta merkir at kommunurnar samanlagt rokna við einum úrsliti fyri 2026, ið er góðar 139 mió. kr. lakari enn staðfesta hallið fyri 2025. Umframt øktar rakstrarútreiðslur á 121,1 mió. kr., og øktar løguútreiðslur á um 6 mió.kr. er orsøkin, at kommunurnar buskettera við hægri rentuútreiðslum á 7,4 mió. kr. og eitt vet lægri inntøkum frá skatti, 4,5 mió. kr. minni, enn skattainntøkurnar í 2025.
Nettoskuldin hjá kommununum er minni enn mest loyvda skuld.3
Talvan niðanfyri vísir nøkur høvuðstøl frá roknskapinum fyri 2025. Eingin kommuna er omanfyri markinum fyri mest loyvda skuld, skuldarloftinum. Runavíkar kommuna er við árslok 2025 uppi á 93 prosentum, og Klaksvíkar kommuna 87 prosentum. Skopunar-, Eystur-, Sands- og Fuglafjarðar kommuna eru omanfyri einari helvt av skuldarloftinum. Hinar kommunurnar liggja allar undir einari helvt, harav nakrar kommunur onga nettoskuld hava 31. desember 2025.
Samanumtikið er fíggjarliga rásarúmið hjá kommunum tilsamans um 2,4 mia. kr.
