Formaðurin í stýrinum fyri KVF, Rúni Heinesen sigur í stuttari viðmerking til Norðlýsið í morgun at hann onga viðmerking hevur til støðuna á tíðindadeildini í KVF, eftir at Brynhild Thomsen, sum er ein av meira royndu starvsfólkunum í KVF alment hevur funnist at arbeiðsháttinum hjá pørtum av deildini og serliga fyrrverandi tíðindaleiðaranum.
Eftir at Norðlýsið í gjár greinaði hvussu ein miðlasøga varð spunnin, sum lokkanet í stóru miðlahúsunum í høvuðsstaðnum undir yvirskriftini: “Ein ringur av miðlafólkum samvirkaðu um orrustuna í KVF”, hevur fjøld av føroyskum miðlafólkum harímillum royndir sjournalistar í KVF í einum samskiftisbólki sum føroysk miðlafólk hava á Facebook, funnist at arbeiðsháttinum hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum.
Í nátt tók so Brynhild Thomsen til orðanna “Nú er tagt ov leingi!” og hon fær stuðul frá øðrum á tíðindadeildini í KVF.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá formanninum í Kringvarpstýrinum, men hann hevur onga viðmerking í løtuni og vit hava eisini roynt at fingið fatur á formanninum í føroysk miðlafólk, Jón Brian Hvidtfelt, men hetta hevur ikki eydnaðst okkum.



