Hesar dagarnir hava vit vitjað arbeiðspláss, skúlar og dagstovnar. Borðini fyllast við postkortum, faldarum, karamellum og køkum. Valstríðið er hugnaligt og hampuligt. Men eisini strævið.
Nú eru vit mitt í rokanum. Vit gera øll okkara besta. Og toymið er skilagott og væl meinandi.
Men munnu fólk kenna mína hugsan, hava tey lisið mínar greinar ella hoyrt meg røða á býráðsfundi?
Nógv eru uppstillaði. Kampur er um hvørja einasta atkvøðu. Klaksvíksingar kunnu gleða seg. Nú verður alt gjørt. Ja, sjálvandi við skili. Og vit fara øll at fáa nógv fyri okkara skattapening. Tað mugu vit velja at trúgva.
Men er nakað nýtt undir sólini?
Eg haldi sjálv, at vit umboða nakað nýtt og framskygt í politikki, sum vit við tínari hjálp kunnu gera til veruleika.
Her eru nøkur av mínum hjartamálum:
✅Eg velji tryggleikan og trivnaðin hjá børnunum framum bilar og strongdan gerandisdag.
✅Eg velji gongu- og súkklubreytir framum asfalt og parkeringspláss.
✅Eg velji hugnalig torg og list í býarrúminum framum órudd og ivasamar útfyllingar.
✅Eg velji eina skilagóða ruskskipan og endurnýtslu framum dálking og óneyðugt orkuspill.
✅Eg velji at varðveita søguligar bygningar ístaðin fyri at vit ríva niður.
✅Eg velji at planta trø og jólatrø heldur enn at innflyta grønt pynt á jólum
✅Eg velji endur- og viðlíkahaldsvenjing ístaðin fyri fleiri kostnarmikil røktarpláss.
✅Eg velji 2 – 4 mánaðir skáa í dagsstovnaplássum fram um óneyðugt fundarvirksemi og dýra ráðgeving.
✅Eg velji fjølbroyttar íbúðir í býnum framum fleiri útstykkingar uppi í fjøllinum.
Nú skal talvan aftur vaskast rein. Og vónandi fara 11 skilagóð og samvitskufull fólk at manna eitt nýtt og arbeiðshugað býráð.
Hvørji verða ímillum tey útvaldu er upp til veljaran at avgera.
Mín vón skal verða, at títt klárskygni og mítt bjartskygni ger okkum øll til vinnarar á valinum 12. novembur.
Annika S. Biskopstø
X við E




