Klædnahandilin Shari í Saltangará letur í dag kl 16:00 handilin upp í nýggjum hølum á Heiðavegið 40.
Nýggju hølini eru tó ikki langt burturi frá har sum handilin annars hevur hildið til farnu mongu árini. Nýggi handilin liggur góðar 50 metrar norðanfyri har sum handilin áður helt til.
Poula Ellingsgaard, eigari av handlinum, letur væl at nýggju hølunum.
– Vit eru sera væl nøgd við nýggju hølini. Vit hava nú í eina góða viku rokast við at gera handilin kláran. Vit fáa nú ein væl størri handil, og er tískil enn betri pláss til fleiri klæðir, umframt at handilin gerst nakað rúmligari, so hetta er nakað sum vit vóna at øll okkara viðskiftafólk fara at dáma, sigur Poula.
Poula sigur víðari, at øll eru vælkomin forbíð í nýggju hølunum frá kl. 16. Addressan er Heiðavegur 40, og er handilin á niðastu hædd í bygninginum sum Bónus heldur til.
Eisini leggur Poula avtrat, at tey hava nógv upplatingartilboð í dag, eitt nú fáa fyrstu 30 kundarnir 30% avsláttur av tí sum tey keypa.







