Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrismaðurin djúpt inni í starvssetanini á Strandferðsluni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.11.2007 - 13:54 Eldri tíðindi

Líkamikið hvat ein heldur um starvsetanina á Smyrli ella ikki, so vísir rúgvusmikla samskiftið í málinum sera væl hvussu Føroya Landsstýri arbeiðir

Í teldubrævið frá Jákup Vestergaard tann 8. november vísir landsstýrismaðurin til munnligt samskiftið um starvssetanina á Smyrli.

Í telduposti frá Regin Vágadal til Jacob Vestergaard tann 10. november vísir stjórin á Strandferðsluni til samrøður millum hann og landsstýrismannin um nógv umtalaðu starvsetanina á túri í Landskrona.
" Í Landskrona segði eg við teg, at SL skuldi hyggja positivt uppá umsókinan (frá skiparunum)......"

Umframt beinleiðs samrøður við landdstýrismannin um starvsetanina umborð á Smyrli - ringir aðalskrivarin í Innlendismálaráðnum Rúni Joensen, beinleiðis til Regin Vágadal og biðjur hann bíðja við at seta nýggjar skiparar í starv. Stjórin eftirlíkar umbønini og sigur at hann kann bíðja til mánadagin - men tá má endalig avgerð takast.

Regin Vágadal skrivar eisini í telduposti til IMR at tað hoyrir ongastaðir heima at einkult starvsfólkamál skulu taka so drúgva tíð orðsaka av politiskari innblanding.

Eftir at endaligt svar er komið úr fíggjarmálaráðnum skrivar aðalskrivarin í IMR at Jacob Vestergaard fer persónliga at venda sær til Magna Laksáfoss um ikki ein útvegur kann finnast fyri at seta skipararnar í hálvtíðarstarv.

Soleiðis arbeiðir landsstýrið
Tað má sigast at tað sjáldan hevur verið so væl dokumentera at ein landsstýrismaður persónliga hevur roynta at ávirka smálutir á einum stovni og samskiftið millum almennustovnarnir eru rættuliga rúgvusmikið og lýsir ikki sørt hvussu Føroya Landsstýrið virkar í dagligdegnum.

Mannagongdir og reglugerðir verða sett til viks í persónligum samskiftið millum ministarar um smálutir.

Ongar løgfrøðiligar grundgevingar eru lagdar, sum grund fyri argumentatiónini hjá Vestergaard.

Tað einasta sum verðu lagt sum grundgeving er "tann politiski viljin" sum landsstýrismaðurin vísir til í brævið til Magna Laksáfoss.

Í øllum førum kann staðfestast at "politiski viljin" sigraði yvir mannagongdum, reglugerðum og ásettum lógarreglum - og tí kann ein seta eitt stórt spurnartekin við rættartrygdina hjá starvsfólkum í almennu fyrisitingini.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni