Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bráðneyðugt við eini útjavningarskipan

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  31.10.2008 - 16:41 Eldri tíðindi

Nógv hevur verið frammi um fíggjarstøðuna hjá Klaksvíkar Kommunu.

Haldi tað vera sera óheppið at hetta skal verða tengt at kjakinum um kommunala útjavning.

Fortreytirnar fyri eini útjavninargskipan er sjálvsagt at kommunur leggja saman í størri eindir. Hetta sær út til at verða komið undir land. Sitandi samgonga hevur sagt, leggja kommunurnar ikki saman sjálvbodnar, so verða tær lagdar saman við lóg.

Sera ymiskt er, hvussu miðalinntøkan er frá kommunu til kommunu. Tøl vísa, at borgarar í Suðurstreymi hava eina árliga miðalinntøku sum liggur góðar 50.000 kr. hægri enn borgarar í t.d. Sandoynni.

Tað eru fleiri orsøkir til hetta, t.d. hvussu íbúgvartalið er samansett í aldri, hvussu nógvar útreiðslur hvør kommuna hevur til barnaansing, skúlabørn og eldri, til- og fráflyting ígjøgnum fleiri ár. Eins og hvussu økini eru skipað við privatum og almennum virksemi.

Her vil eg koma við einum aktuellum og ásýniligum dømi, sum vísir ójavnan í inntøkumøguleikum kring landið, sum tykist ómetaliga órættvíst.

Við einum sterkum vinnulívi tengt at fiskivinnuni, er Klaksvíkar Havn útbygd í fleiri ártíggjur. Henda íløga krevur inntøkur fyri at gjalda seg aftur.

Eksporturin úr Klaksvík, liggur um 20% av samlaða føroyska eksportinum. Av hesum fær Klaksvíkar Havn, her framleiðslan er, ikki nakran part í inntøkunum, men allar inntøkurnar falla til Tórshavnar Havn. Her má og skal ein broyting henda, og hetta skal hava eina loysn í komandi býráðssetu.

Ikki bjørt útlit
Tá vit hugsa um, at umleið 80 almennir stovnar liggja í høvuðsstaðnum og við tí gevur stóran part av avleiddum vinnum, tykist tað mær púra meiningsleyst at ramaskríggj var um tveir stovnar sum vórðu fluttir úr høvuðsstaðnum til Surðuroyar og Miðvágs.

Útlitini sýnast ikki bjartari í kjakinum um hvar almennir stovnar í framtíðini fara at liggja, nú landsstýriskvinnan í Innlendismálum meldaði greitt út, at talan bert fór at vera um nýggjar stovnar, um nakað. Hon legði afturat, at hetta bert varð gjørt um tað loysti seg! Forvitnisligt hevði verið at fingið at vita hjá hvørjum tað skal loysa seg.

Eg havi ikki hoyrt nakran politikara hvørki í kommunu ella á løgtingi mótmælt hesum greiðu orðum hjá landsstýriskvinnuni. Bert borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu var fegin um hennara útmelding og vísti á hvussu positivt hetta var. Hetta tykist mær ógvuliga løgið.

Flyting av stovnum og útjavning
Búskaparráðið hevur viðgjørt tveir ymiskar mátar at útjavna. Ein er millumkommunal útjavningarskipan, her rinda tær kommunurnar sum eru væl fyri til tær, sum eru minni væl fyri. Hin er ein blokkskipan, har landið rindar til tær kommunur sum eru minni væl fyri.

Skulu økini og havnirnar kring landið yvirliva, er ein kommunal útjavningarskipan bráðneyðug.

Gunvá við Keldu
býráðslimur
í Klaksvíkar Býráð
og valevni
Fólkafloksins, listi A
Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð