Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uttan eina kommunala útjavningarskipan er livistøðið ójavnari í landinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.11.2008 - 10:57 Eldri tíðindi

skrivar búskaparráði í niðurstøðu síni um eina Kommunala útjavningarskipan.

TRÝS HER fyri at lesa frágreiðingina hjá Búskaparráðnum


Búskaparráði skrivar m.a:
Í Føroyum búgva 48.425, og landið er skipað í 34 kommunur. Í Tórshavnar kommunu búgva 40 prosent av íbúgvunum, meðan einans 43 fólk búgva í Fugloyar kommunu.
Tær mongu smáu kommunurnar forða fyri einum skilagóðum arbeiðsbýti millum land og kommunur. Flestu kommunurnar hava jú als ikki orku til at átaka sær ábyrgdina av vanligum kommunalum uppgávum.......

..... Búskaparráðið hevur ta áskoðan, at um haldast skal fast við at hava kommunalar eindir í Føroyum, mugu tær verða færri og størri. Eini 4-7 kommunalar eindir eru hóskandi. Við fleiri enn 7 eindum, verða tær minstu eindirnar óivað ov smáar til at røkja kommunalu uppgávurnar effektivt. .......

.......Tað er eyðsæð, at kommunurnar í Føroyum hava sera ymiskar fíggjarligar fyritreytir. Stundum hevur verið roynt at bøtt um hetta við at flyta fyrisitingarligar eindir og almennar fyritøkur frá miðøkinum til útjaðaran. Ikki verður hildið, at hetta er skilabesti hátturin at útjavna millum økini í landinum, tí ein ávísur samfelagsligur vælferðarmissur kann vera knýttur av at flyta stovnar og fyritøkur við lóg.......

.... Tá ið kommunurnar verða samanlagdar, eigur ein millumkommunal útjavningarskipan heldur at verðið sett á stovn. Tá verða pengar fluttir ístaðin fyri fyrisitingarligar eindir og almennar fyritøkur. Í frágreiðingini verður tískil greitt frá eini millumkommunalari útjavningarskipan, har misvág í kommunalum inntøkum og útreiðslutørvi verður útjavnað.

...... Uttan eina kommunala útjavningarskipan er livistøðið ójavnari í landinum, og hetta økir um frá- og tilflytingina í landinum. Úrslitið er, sum áður nevnt, miðsavnan. Ein kommunal útjavningarskipan vil sostatt møguliga minka um miðsavningina í einum landi........
Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað