Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólaskipið hugsar um heilsuna: Jólaskipið gav børnum heilsugóðan jólapakka

SKRIVAÐ: (Norðlýsið ÍTROTTUR)  |  21.12.2008 - 15:39 Eldri tíðindi

Jólaskipatiltakið hevði heilsu barnanna í huga, tá ið tey í ár gjørdu jólapakkar, sum umframt okkurt góðgæti innihildu tannbust, tannkrem og ein spælibólt.

Fyrr í tíðini var tað ógvuliga forkunnugt hjá børnunum her á landi at fáa ein søtan bita, men soleiðis er tað als ikki longur – nú man góðgæti fyri mong vera dagligur kostur.

Kortini er tað næstan uttan undantak soleiðis, at tað søta fær fyrstu raðfesting á flestu almennu støðum og í flestu jólapakkum, sum givnir verða í sambandi við almenn tiltøk so sum Jólaskipatiltakið.

Tí var tað hugvekjandi í ár at hyggja í jólapakkan frá Jólaskipatiltakinum 2008.

Tað er neyvan ofta, at almennir jólapakkar eru so heilsugóðir sum tann, ið børnini fingu frá jólamonnunum eftir Jólaskipatiltakið í ár.

Sjálvandi var eisini okkurt søtt í pakkanum – annað vildi verið løgið, og eisini ov turrisligt, og akkurát hvat av tí søta er best at velja, skulu vit ikki gera okkum klók uppá í hesi grein.

Hinvegin var tað áhugaverda við hesum jólapakkunum, at pláss var fyri nýhugsan, tí saman við tí søta í pakkanum lá ein tannbust, ein lítil tuba av tannkrem, ein vegleiðing frá barnatannrøktini um tannarøkt og matvanar , ein lítil pakki av sukurfríum tyggigummi og ein lítil bóltur.

Í dag verður nógv tosað um at hava rættan hugburð, ikki minst innan heilsurøkt, og her má sigast, at Jólaskipið í ár var djarvt og tók eitt ítøkiligt stig í so máta.

Tannkrem og tannbust við vegleiðing minna móttakaran um at hava eina góða tannarøkt, samstundis sum tann lítli bólturin bjóðaði børnum og vaksnum til spæl sum gevur rørslu, sum er so týðandi fyri heilsustøðu okkara.

At finna upp á Jólaskipið var nýhugsan í sær sjálvum – og í ár var jólapakkin frá Jólaskipinum enn ein nýhugsan.

Takk fyri, Niclas og allir aðrir stigtakarar og fyriskiparar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð