Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á hemaraveiðu við Stellu Karinu og aðrar upplivingar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  30.01.2009 - 14:20 Eldri tíðindi Tíðindi Vinna

Richard Jacobsen greiðir frá lívssøgu síni - Óli Olsen skrivar - Annar partur

Prenta í Norðlýsinum tann 19. september 2003

Í farmasigling við Tinganesi
Siglingartíðin hjá mær var mest við Tinganesi, og har fekk eg farmasiglingina at fara upp á stýrimanskúla eisini. Tá ið vit komu aftur úr Grønlandi, varð farið til Esbjerg at landa, og síðani skuldi skipið hava farm til Føroya. Vit kundu fara til Halmstad í Svøríki at lasta timbur, ella inn á Mariagerfjørðin í Jútlandi eftir sementi, ella vit fóru til Keypmannahavnar eftir stykkjagóðsi. Tá ið vit so høvdu skipað upp í Føroyum, fóru vit kanska til Eysturtýsklands við sildatunnum, og á heimferðini kundu vit leggja inn í Halmstad eftir timbri til Føroya. Vit gjørdu einar tríggjar slíkar túrar um veturin, onkuntíð meir.

Formaður á seksæringi í Grønlandi
Í 1960 fór Jógvan, farbróðir, at føra Viðoynna, og eg spurdi pápa, um eg kundi sleppa at føra seksæringin í Grønlandi. - Jú, tú kanst royna, segði hann. Eg var so formaður á Ravn 1 í 1960, og hinir umborð vóru Magnus Fuglø Jacobsen, Jóhan Sivertsen úr Norðdepli og Julius Absalonsen, granni hjá okkum á Gørðum. Vit fýra vóru fastir, men so var onkuntíð ein 5. við. Ikki fyri at rósa mær, men tað gekk bara væl, hóast eg ikki var meir enn 19 ára gamal. Eg haldi, at tú gerst skjótari búgvin at fáa slíka ábyrgd á ungum árum.

Vit høvdu ekkolodd umborð á seksæringinum, eina lítla telefon og ein ljóskastara uppi á húsinum. Hin seksæringin, Ravn 2, førdi Herman úr Svínoy. Vit kappaðust, men tað lá eisini væl fyri hjá honum at fáa fisk, og tað var so javnan, at vit fingu uppí bátarnar.

Vit plagdu at liggja í Grátufjørðinum fyrst, og út á summarið fóru vit norður í Føroyingahavnina at gera klárt at fara norður í Fiskemesterens Havn. Tað er norðuri við Dýpið, har sum flotfiskurin kemur um heystið. Vit plagdu so at royna á leiðunum har norðuri, og har var ofta ræðuligur fiskur at fáa, serliga flotfiskur. Har sóu vit hesi stóru fuglavaðini, skrápavaðini, og hóast vit høvdu ekkolodd, so hildu vit okkum mest til fuglavaðini, og væl royndist. Hetta komst tú skjótt eftir, men summar dagar, tá ið minni var av flotfiski, mátti tú ýta teg av á blinkum og kantum. Tá fekst tú stundum góðar dráttir av stórum toski, sum fyltu væl upp í bátin.

Hetta vóru trý áhugaverd og góð ár við Tinganesi. Vit fluttu vanliga tríggjar ferðir. Úr Grátufjørðinum fóru vit norður í Fiskemesterens Havn, og tá ið komið var nakað út á heystið, fóru vit suður á Kappan. Har vóru fleiri góðar havnir hjá skipum at liggja, og tað vísti seg soleiðis, at øll bátaskipini endaðu har suðuri, áðrenn tey fóru heim. Summi lógu eystanfyri, og summi vestanfyri. Skift varð ímillum, alt eftir hvussu ættin var, hvussu vindurin var. Tað kundi vera væl roynandi eystanfyri, um tað ikki var roynandi vestanfyri og øvut.

Upp á stýrimansskúla í Klaksvík
Eg teknaði meg at fara upp á skúla í Klaksvík á heysti 1961, altso í privatskúlan hjá Fischer Heinesen. Men tá ið skúlin skuldi byrja, høvdu vit ikki fingið uppí. Skipið var stórt, og pápa dámdi ikki at fara heim, fyrr enn nakað væl var komið í lastina. Hini árini hevði hon so nógv, sum hon kundi føra, og tað vóru góðir túrar. Kongshavn, sum lá í somu Havn á Kappanum, var eitt sindur minni, og hon hevði fingið tað, sum hon skuldi hava. Pápi tosaði við skiparan, um eg ikki kundi sleppa heim við teimum, tí eg vildi forsøma sum minst av stýrimanslestrinum. - Jújú, tað var gamaní, eg kundi koma heim við teimum.

Eg fór so á stýrimansskúla í Klaksvík á heysti 1961. Skúlin helt til norðuri á Kósini, í kjallaranum hjá Fischer Heinesen, har var stór og góð skúlastova. Tveir stýrimansflokkar høvdu gingið har, og vit vórðu teir seinastu stýrimenninir í Klaksvík. Fjarritarar gingu eisini, men teir vóru ikki altíð har norðuri, teir vóru stundum yviri á Sjómansheiminum, og eg haldi, at Bjarti Petersen undirvísti viðhvørt.

Stýrimansskeiðið vardi 18 mánaðir, og Fischer Heinesen gekk nokkso høgt uppí, at næmingarnir gjørdu nakað við tingini, men samstundis var hann stoltur, tá ið monnum gekst væl til próvtøku. Eg haldi tíverri, at hann var eitt sindur skuffaður av okkum, tí vit vóru átta, sum byrjaðu, og tá ið avtornaði, fingu bara fýra prógv.

Vit fingu eitt sindur av verkligum lærdómi eisini, royndu sekstantin og rættaðu kumpass. Fóru út á Poll við Fischer at rætta kumpas og sóu, hvørji merki hann brúkti, ella hvussu hann peilaði sólina við azimuthspeglinum. Hann var havnarmeistari, og framíhjá rættaði hann kumpass hjá skipum.

Eitt summarið fóru vit ein venjingartúr undir Føroyar við Torry hjá Kjølbro. Petur Elleby Andersen, lærari, var skipari, og vit snellaðust á bankanum, lærdu stjørnufrøðiliga sigling og fóru inn í Skopun. Tað var nokkso stuttligt, men báturin var lítil, og onkur fekk sjóverk.

Á sildaveiðu við
Júst í Túni
Eg taki so stýrimansprógv í mai 1963 og fari sum maður við Júst í Túni, sum akkurát hevði verið í Norra eftir Beinir, einum kraftblokkabáti. Vit fóru á sild undir Føroyar og saltaðu upp í tunnur. Vit mundu vera einir 20 mans, og tað var strævið, tunnurnar skuldu stúvast niðri í lastini. Men eg fekk hampiliga góða úrtøku teir fimm túrarnar, eg var við honum.
So er tað, at Erling Laksafoss letur byggja hemaraskip í Søviksnes í Norra. Eg bað um tjans sum 2. stýrimaður og fekk játtandi svar. Á heysti 1963, tá ið ein mánaður var eftir, at skipið skuldi verða liðugt, fóru vit nakrir til Noregs at leggja síðstu hond á. Skipið fekk navnið Stella Karina, og tað var væl størri enn hini bæði skipini hjá reiðarínum, Stella Maria og Stella Kristina. Levi Joensen var skipari, og Grímur Rasmussen var 1. stýrimaður.

Vit komu til Føroya um mánaðarskiftið oktober/ november, men tá var ikki hemaratíð, og Levi gjørdi av at fara á saltfiskaveiðu til Nýfundlands.

Á saltfiskaveiðu við Stellu Karinu
Vit komu yvir á Flemish Cape, men har var bara ódnarveður hvønn dag. Lógu og buldraðust, borðsfullir í heilum, hvørki var setandi ella dragandi, men vit settu og drógu - og fingu væl av fiski. Men eg veit ikki, skilið gjørdist bara so út av lagi vánaligt, at vit loksins máttu rýma.

Tað er helst ringasti túrur, eg havi verið til skips. Stella Karina var eitt stórt skip, vit lógu og drógu, og sjógvurin lá mest sum inn á síðuna, og ringt var at stýra upp. Einaferð, eg komi aftur móti skúrinum við einum stampi og rópi at lata hurðina upp, kemur eitt veldigt brot. Alt dekkið fyltist, og eg fór bara skolandi við stampinum inn í skúrin, misti vitið, og tá ið eg vaknaði við aftur, lá eg stúvaður undir agnakassanum, og tveir mans royndu at fáa meg leysan aftur. Men til alt held var einki brotið, og eg fekk einki mein, eg var bara gjøgnumbloyttur. Har var eitt grúiligt kaos inni í skúrinum, alt lá hultur til bultur. Tá mundi Levi halda hetta vera ov mikið av tí góða.

Og so ta ferðina, tá ið eg skuldi kasta uppstandaran uppi á bátadekkinum og mundi farið fyri borð. Glerfrost og hált var, og Jóannes Norðoy var komin upp at kasta boyuna, tá ið miðjan fór. Hann kastar boyuna, og eg kasti uppstandaran, men fái hann um armin. Tað rullaði burturav, men so stóð á. Jóannes var kvikur at skera uppstandaran av, men tá stóð ordiliga á arminum á mær.

Mamma segði mær, at somu nátt droymdi hon, at tað stóð illa til hjá mær. Abbi mín, Jóan Jakku av Viðareiði, sum tá hevði verið deyður í fleiri ár, kom til hana ta náttina og segði, at nú ætlaði hann sær at koma eftir Richard. Mamma segði nei, tað skuldi hann ikki. Jú, hann skuldi hava hann nú. Men tað var so heppið, at Jóannes fekk kappað línuna, ella hevði abbi farið avstað við mær, og so hevði eg verið farin yvirum til deyðan. Tað var ein so merkiligur dreymur, sum hon mangan segði frá. So, tað er nakað millum himmal og jørð, sum vit ikki skilja, men hatta har var kortini skilligt.

Levi er trúgvandi, sera andaligur maður, og hann føldi stóra ábyrgd á sær, at halda møti umborð so ofta tilbar, undir sigling ella undir fiskarríð. Hann kendi mín greiðu støðu, frelsuni viðvíkjandi.

Tá haldi eg, at Levi gjørdi av at rýma av Flemish Cape. Vit høvdu góð 180 tons tann túrin, og tað var nú ikki so galið, tí vit komu heim áðrenn jól, og vit fóru fyrst í november.

Á hemaraveiðu við Stellu Karinu
Eg fór við aftur túrin eftir, men tá fóru vit at fiska hemara, og tað var sum nátt og dagur. Men fyrst fóru vit til Norra at rigga lastina til aftaná saltfiskin og at fáa køliskipanina at koyra.

Hemari verður fiskaður við flótilína, og teymarnir eru einar 15 metrar langir, og teir síðstu metrarnir eru veirur, so hemarin ikki bítur teymin av. 15 favnar vóru ímillum hvønn teymin, og vit sóu á boyunum, tá ið hemari var á. Vit fingu eisini tun og svørðfisk á línuna, og teir vóru uppaftur dýrari fiskur enn hemari. Tunfiskurin var so veldiga stórur, og hann kundi viga upp í eini 300 pund, og svørðfiskurin upp aftur meir. Vit tóku onkran lítlan svørðfisk til matna umborð, og hann smakkaði so heilt óalmindiliga væl.

Hitin í sjónum hevur stóran týdning, tá ið tú fiskar hemara, og vit komu heilt suður móti Long Island, New York. Setan var fleiri fjórðingar long, og vit egndu hálvar sildir ella hálvar makrelar uppá á húkin. Teir, sum settu, máttu vera í góðari venjing, tí vit sigldu rættiliga skjótt, meðan sett varð.
Vit høvdu ein langan jarnhaka at høgga í hemaran, tá ið hann kom at borði, og síðani var hann hivaður umborð. Summir vóru livandi, og tú mátti ansa tær ikki at verða bitin. Tað mesta, sum vit høvdu á dekkinum ein dag, vóru 350 hemarar, tað var ein óføra góður dagur, men vit høvdu fleiri góðar dagar, og tá rúgvaði skjótt upp í lastini.

Kuldamátarar í hemarunum søgdu frá, nær teir vóru nóg niðurkøldir at fara úr tunellini og í lastina. Tað kundi vera eitt baks viðhvørt, serliga tá ið teir vóru stórir. Men fiskiskapurin var í lagi, vit fingu uppí skipið. Vit komu heim á miðum sumri og fóru niður til Bremerhaven við veiðuni.

Eg hevði bara stýrimansprógv, men fór nú upp á skipsføraraskúla. Byrjaði í Havn í mai 1965, og í november sama ár tók eg prógv.

Við Sjúrðarbergi
Tíðliga um várið 1966 fóru trolararnir á saltfiskaveiðu til Nyfundlands, og Sjúrðarberg skuldi eisini fara, men báturin var gamal, og trupult var at fáa fólk. Evald Kjølbro bað so pápa royna at fáa fólk til Sjúrðarberg, og hann fekk nakrar, m. a. Vilhelm, mammubeiggja, at koma við. Vilhelm útvegaði sjálvur nakrar góðar trolaramenn, sum høvdu siglt við Skálabergi. Endin var tann, at báturin fór væl mannaður avstað til Nyfundlands. Pápi var skipari, eg var fyrsti og Vilhelm annar stýrimaður. Vit gjørdu ein skjótan og góðan túr.
 
Men summartúrurin gjørdist drúgvari. Vit fóru eystur í Barentshavið at royna, men har var kolasvart. Sigldu síðani til Grønlands, har vit komu í nógvan fisk á Frederikshåb bankanum. Skipið var mest sum fult, tá ið vit fóru at sigla. Hesir báðir túrarnir vóru teir seinastu hjá Sjúrðarbergi, tí tá ið vit komu heim úr Grønlandi, varð trolarin lagdur, og seinni varð hann seldur sum gamalt jarn.

Burtur í lond at sigla

Nú var siglt nóg mikið við fiskiskipum. Var framvegis ungur, hevði skipsføraraútbúgving, so nú skuldi eg at royna okkurt annað. Staddur í Danmark síggi eg í bløðum, at søkt verður eftir einastýrimanni til coastara, einum nýbygningi. Tosi við reiðaran og fái møguleikan. Báturin er 1600 tons stórur og spildurnýggjur. Verði biðin at fara upp til Frederikshavn, har skipið verður klárt at sigla um 3 vikur. Haldi, at vit vóru sjey mans umborð.

Fyrsti túrur var til Norra at lasta handilstøð til Skive í Jútlandi, og alt gekk, sum tað skuldi. Síðani fóru vit til Liverpool at ferma pipelines til Trinidad í Karibiahavi. Tann túrurin varð rættiliga buldraligur, og vit bunkraðu í Azorunum. Men vit komu so yvir til Trinidad, har vit fóru inn í eina havn, sum eitur San Fernando, at uppskipa rørini.
Eftir henda túrin vóru vit langtíðarleigaðir av eini reiðarafyritøku í New York at sigla í fastari rutu í Karibiahavi. Sigldu millum New York og Vesturindiaoyggjar, komu suður til Venezuela og Fransk Guyana. Løgdu at í Jamaica og fleiri oyggjum har á leiðini. Komu til Miami í Florida og Nassau á Bahamaoyggjum, bara fyri at nevna onkur pláss. Til Cuba komu vit ikki, men settu inn í Port-au-Prince á Haiti og San Juan í Puerto Rico.

Tá ið eg hevði verið umborð í seks mánaðir, mynstraði eg av og fór heim til Keypmannahavnar. Ikki tí, mær stóð í boði at halda fram við øðrum skipum hjá fyritøkuni í New York. Enntá sum skipari, nú eg var vorðin so kunnigur í Caribiahavi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjørn Eidsvåg í Løkshøll - tónleiku­rin s…
SÍ fekk bank – vaknaði og vann, men tapt…
Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øl…
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin