Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingið hevur áður samtykt kommunala útjavning

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.05.2009 - 23:23 Eldri tíðindi

sigur Hans Tausen Olsen, fyrrverandi borgarstjóri sum í 24 ár var virkin í kommunalpolitikki.

- Eg eri samdur við blaðstjóran á Norðlýsinum um at vit áttu at lagt Norðoyggjar, Eysturoy og kanska ein part av Norðurstreymi saman í eina stóra Kommunu.

Havnirnar standa tómar
- Tá eg kom í Runavíkar Býráð fyrst í 80-unum fingu kommunurnar beinleiðis stuðul frá statinum til at byggja havnir - hetta var áðrenn ríkisveitingin úr Danmark var løgd samskipað í ein blokk sum vit kenna í dag. Saman við stuðli frá landskassanum bygdu kommunurnar góðar havnir kring alt landið.

- Í dag eru kommunurnar einsamallar um at bera kostnaðin av hesum íløgum og tá kommunurnar í eysturoynni og norðoyggum missa inntøkur frá farmagjaldið er avleiðingin at borgarnir í hesum kommunum bløða.

- Ójavna kappingin við miðøkið gjørdi at kommunurnar í norðurøkinum ikki hava megað at bjóða farmafeløgum eins góðar umstøður og tí hava feløgini sum eiga farmaskipini flutt alt virksemið til Havnar. Hetta er gjørt uttan atliti til kommunalar íløgur og úrslitið er at hóast so at siga øll fiskaframleiðsla er í norðurøkinum so fara allar inntøkur frá farmagjaldinum til miðøkið. 

- Ein onnur avleiðing av at flyta allan farmaflutning til miðøkið er at fleiri hundrað túsund tons av fiski skulu nú flytast við stórum treylarum eftir kommunal- og landsvegunum úr norðurøkinum til Havnar. Hetta slítur sera nógv uppá vegirnar - men eisini her eru kommunurnar fráskornar frá inntøkumøguleikum.

(Red: Tórshavnar Havn hevði uml. 30 mill. kr. í yvirskotið í 2008)

Kommunal útjavning her og nú
Hans Tausen Olsen, sigur at tað eru dømi um at løgtingið hevur samtykt lóg sum útjavnar inntøkur, sum annars høvdu fallið í ein kommunukassa.

- Tá oljuhavnin varð løgd í Søldafirði var uppskot samtykt í løgtinginum at inntøkur frá oljuhavnini (kajpengar o.a.) skuldu býtast javnt millum allar kommunur í landinum - og eg dugdi væl at síggja prinsippi í hesi avgerð - hóast eg sum býráðspolitikari í Runavíkar Kommunu ynskt at alt kom til okkum. Tað var Vilhelm Jóhannesen sum legði hetta uppskotið fyri løgtingið og tá var breið undirtøka í løgtinginum fyri uppskotinum.

- Tí er sera hugstoytt at hoyra - serliga politikarar úr miðøkinum - tala ímóti eini kommunalar útjavning - tá so at siga allir almennir stovnar liggja í høvuðsstaðnum og inntøkurnar frá útflutningsfyritøkum eisini endað í Havn. 

- Í dag er støðan tann at allur fiskur, sum verður framleiddur og landaður í Eysturoynni og Norðoyggum endar sum farmagjald í kassanum hjá Tórshavnar Havn og tí mugu vit síggja í eyguni at hesa kapping koma vit ikki at vinna. 

- Í veruleikanum hava Kommunurnar í Norðoyum og Eysturoynni tapt! Eingin eigur so sterkar lokalpolitikarar og lokal patriotisk vinnulívsfólk sum Tórshavn og at hesar kreftir hava vunnið er einans tí at vit sum búgva eitt nú í norðurøkinum hava staði so spjaddir.

- Skal ein altjóða Havn byggjast í Føroyum, so er besta staði at finna í Norðurøkinum - men sum gongdin er í løtuni er eingin ivi um at hon verður bygd í Tórshavnar Kommunu - hóast tað er sera dýrt og trupult at byggja havnaløg í miðøkinum.

Samanleggingin er sjálvsøgd
- Eysturoyingar og norðoyingar eru við Norðoyatunnlinum kníttir tættari saman og nú Kósin liggur lamin arbeiða nógvir norðoyingar í Leirvík og Runavík - og tað er sjálvsagt. Skulu vit standa okkum so er neyðugt við eini samanlegging og eg trúgvið eisini at breið uppbakking er fyri hesum millum fólk.  Eysturoyingar eru alsamt oftari í Klaksvík tá handlað verður og soleiðis verða vit í gerðandisdegnum knýtt tætt saman.

- Ein sterk Norður Kommuna kann veruliga taka kappingina upp við miðøkið - og skal ikki alt endað í miðøkinum og almenna tænstustøði halda á við at lækka so eri eg sannførdur um at ein samanleggingin er átrokandi neyðug, sigur Hans Tausen Olsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað