Lýsing
Lýsing
Norðborg ferð aftur til fiskiskap nú seinrapartin.

Norðborg selt fyri næstan 80 mill. kr. í sjey mánaðar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.11.2009 - 14:35 Eldri tíðindi

- Tað hevur gingið sera væl við nýggja skipinum sigur Eyðun Rasmussen, stjóri í P/F Christian í Grótinum

Norðborg er júst heimkomin og hevur í 16 dagar fiskað upp undir lúkurnar.

- Hendan túrin hevði Norðborg 1350 tons av flaki, 470 tons av mjøli, 155 tons av lýsi og so løgdu vit 1100 tons av heilari sild upp til Havsbrún í Fuglafirði.  Tilsamans hevur Norðborg selt fyri millum 75 og 80 mill. kr. síðani hon byrjaði at fiskað fyri sjey mánaðum síðan, so vit eru sera væl nøgdir, sigur ein vælnøgdur stjóri.  Eyðun Rasmussen sigur at Norðborg fer avstað aftur seinrapartin í dag.

- Av tí at skipið var seinkað tá tað kom klára vit nokk ikki at fiskað alla kvotuna upp í ár, sigur stjórin í P/F Christian í Grótinum sum annars er vælnøgdur við kvotabýtið og staðfestir at felagið eigur nógmikið av kvotu til Norðborg eisini komandi ár.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð