Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn, ið umfatar alla Streymoynna, handaði hóskvøldið Øssuri Christiansen heiðursskjal sum ‟Ársins borgari 2024”, sum er heiður, ið verður latin honum fyri arbeiði hansara í yvir 25 ár við Náttarbussinum

Øssur kosin ársins borgari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2024 - 09:50 Mentan Tíðindi

Lions Club Tórshavn, sum fevnir um alla Streymoynna, heiðrar Øssur Christiansen í Vestmanna sum ‟Ársins borgara 2024”, tí hann í yvir 25 ár hevur syrgt fyri, at ung í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði trygt kunnu ferðast til og frá náttarlívinum í Havn

 

Ikki er ókent, at ungfólk úr Norðstreymoy fara til Havnar um vikuskiftini at hugna sær, og tað hava tey gjørt í mong ár. Fyrr varð ofta farið avstað í privatbilum, sum gjarna vóru ovurfyltir, so tað var ikki vandaleyst.

So hendi ein vanlukka í 90-unum oman fyri Kvívík, har onkur fekk mein fyri lívið, og tað skakaði sjálvsagt fólk. Men ein av teimum, ið eisini vildi gera nakað við tingini, var Øssur Christiansen í Vestmanna, sum er barnvaksin í Kvívík.

 

Ein góð skipan

Hann tók tá stig til sokallaða Náttarbussin, ið var ein meira skipað koyring við ungfólki, so hann fór úr Vestmanna um Kvívík og Kollafjørð til Havnar, so tey ungu kundu sleppa ‟í býin”. Ásetta tíð var hann so aftur eftir teimum og syrgdi fyri, at tey trygt kundu koma heimaftur til hús.

Skipanin við Náttarbussinum hevur riggað til dagin í dag, og hetta er bæði ein skipan, teimum ungu dámar væl, og sum ikki minst foreldur og avvarðandi kenna seg trygg við og eru glað fyri.

Hóskvøldið, tá ið Lions Club Tórshavn hevði limafund, varð Øssur Christiansen heiðraður sum ‟Ársins borgari 2024” fyri hetta arbeiði sítt við Náttarbussinum. Har fekk hann eitt heiðursskjal og eina lítla peningagávu.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing