Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalfundurin hjá Javna 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2024 - 09:45 Tíðindaskriv

Leygardagin tann 4. mai hevði Javni aðalfund í bygdarhúsinum á Strondum.

 

 

Fía Petersen, sitandi forkvinna, bar fram røðu og greiddi frá um virksemi felagsins. Marjun Lützen, dagligur leiðari, legði roknskapin fram til góðkenningar.

Fundurin viðgjørdi eisini komandi mál og forðingar hjá limunum. Eitt nú viðgjørdi fundurin bústaðartrupulleikarnar, sum síggjast aftur í vantandi minking av bíðilista til bústaðir. Tí hóast ein ávís gongd er í byggingini av bústøðum, verða aðrir niðurlagdir í somu atløgu.

 

Forfólka- og starvsnevndarval í Javna

Fía Petersen gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur sum forkvinna. Fía tók stór tøk fyri felagsskapin, og Javni takkar hana fyri fyrimyndarligan stríðsvilja øll sjey árini sum forkvinna og á skrivstovuni í tvey ár undan. Aðalfundurin valdi Helenu F. Jørmundsson sum nýggja forkvinnu. Helena er 33 ára gomul, uppvaksin í Fuglafirði og arbeiðir við KT-menning. Eisini er hon mamma at barni við Down Syndromi.

Til stuttleika kann nevnast, at nýggja forkvinnan er navni fyrstu forkvinnu felagsins. Hon æt Helena Samuelsen, og varð vald til forkvinnu fyri 53 árum síðani.

Elisabeth Maria Rasmussen og Fía Petersen stóðu fyri vali  sum starvsnevndarlimir, og vórðu tær valdar. Nevndin fer at skipa seg í næstum og gleða seg at fara til verka.

 

Í Starvsnevndini hjá Javna sita:

  • Helena F. Jørmundsson (Forkvinna)
  • Annika Marr Poulsen
  • Elisabeth Maria Rasmussen
  • Fía Petersen
  • Ragnhild Olsen
  • Kristrún Kjærbo (Tiltakslimur)

 

Forfólkaval í Spyr Meg

Spyr Meg-nevndin hevði eisini forfólkaval, og her bleiv Herdis Jónsdóttir Johannesen afturvald sum forkvinna.

 

Í nevndini hjá Spyr Meg sita:

  • Herdis Johnsdóttir Johannesen (Forkvinna)
  • Meiken S. Olsen
  • Erla Gunnhild Marr Erlandsdóttir
  • Lennart Magnussen

 

Javnaveitslan

Eftir aðalfundin var árliga Javnaveitslan hildin. Har vóru røður og sangur, og Steintór Rasmussen undirhelt; til dans spældu Flemming og vinnmenn.

Javni takkar øllum sum komu fyri eina framúr veitslu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing