Lýsing
Lýsing
Lýsing

Journalisma fyri journalistar?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  27.11.2017 - 15:28 Bloggur Tíðindi

Um okkurt serligt er á vási, so verður skráin hjá sjónvørpunum um okkara leiðir skúgva til viks, og sent verður beinleiðis næstan alt samdøgurði – men fyri hvørjum? Til hvørjum eru sendingarnar ætlaðar, tí 80% av fólkinum eru antin til arbeiðis ella í skúla um dagin, og síggja tí ikki sendingarnar!

Fyri stuttum var kommunu- og økisval í Danmark. Sjálvan valdagin blivu báðar høvusrásirnar hjá DR TV ruddaðar, til fræma fyri valpráti. umframt TV2. Har vóru pallborð við dýrum serfrøðingum av øllum slagi, og DR og TV2 høvdu eisini  fólk á valstøðunum kring alt landið.  Hesi fólkini kundi gera lítið annað, enn bara at gita út í tóman heim. Líknandi sendingar um val úti í heimi – í Bretlandi, USA, Fraklandi og Týskalandi - hava sýnt okkum, hvussu lítið eftirfarandi slíkar gitingar kunnu vera!

Hvat skal tað til, at brúka so nógvan pening og so nógva mannaorku til gitingar, tá øll vita at úrslitið liggur greitt áðrenn miðnátt? Hevði tað iki verið sakligari og rímuligari at bíða eftir endaliga úrslitinum, og síðani at komi við viðmerkingum? Verða vit avdankaðu pensionistar og fólk ið annars hava fríð mitt um dagin hildin at vera so nógv verd, at tað loysir seg at rudda tríggjar sjónvarpsrásir til okkum allan dagin?  Neyvan!!

Tað fyrikemur mær, at her er talan um journalismu fyri journalistar, og í ringasta føri um tíðindaundirhald (infotainment).  Onkusvegna halda fjølmiðlafólk seg vera av so stórum týdningi fyri samfelagið, at tey noyðast á skýggjan, eisini áðrenn tey vita hvat tey veruliga tosa um – ella, hava nakað úrslit at viðmæla. At tey onkusvegna eru ein Guðs gáva til mannaættina! Tað eru tey kannska eisini, men bara tá orkan verður nýtt við skili.

Í samband við  omanfyri nevndu val, hoyrdu vit ikki um annað í vikuvís, og ein partur av teimum mongu millióninum, ið soleiðis vórðu nýttar til tíðindaundirhald, kundu kannska verði betur brúktar til meira faktuellar sendingar, ella enná til veruligt undirhald.

Tað sama hendir í samband við stórar vannlukkur ella terroratsóknir.  Øl, sum bara hava fingist eitt lítið syndur við tíðindaflutning vita, at jú styttri er fráliði frá einari hending, jú minni veitst tú um hvussi umfatandi hon er, ella hvønn týdning hon fer at fáa.  Aftur kann bara vera talan um gitingar; og um sendingin skal haldast í gongd uttan støðg, so eisini um reint møsn til at fylla støðgirnar við.

Sjálvandi skulu tíðindastovnarnir siga frá tí ið hendir. Men, vit fáa onki veruligt at vita um valið, fyrrenn valið er av. Vit fáa onki veruligt at vita um eina hending, fyrrenn eitt syndur er fráliði – gitingar eru bara undirhald, og lítið uppbyggjandi. Eg minnist illt afturá hvussu útvarpið ruddaði skránna, og válkaði sær í flogvannlukkuni á Stord!

Tíðindi eru góð, kunning er alneyðugt. Gitinar og sensatiónsflutningur eru til onga nyttu! Stundum var peningurin og orkan betur nýttar til aðrar sendingar.

- - -

Tað segðist um John Reid Bjartalíð sála, at hann var so íðin Kaaaí  fjeppari, at hann toldi ikki altíð at hyggja at týðandi dystum. Einaferð tá Kaaaí spældi ein avgerðandi dyst í Havn móti einum at liðunum har, stóð hann ikki á áskoðaraplássinum, sum hinir kaaaíarnir, men gekk í staðin á bønum niðan fyri vøllin og heimtaði blómur, meðan hann bíðaði eftir úrslitinum av dystinum.

Helst ein skrøna! Tí tað kann vera líka so spennandi at síggja ein góðan dyst, sum at vinna dystin. Men, vit vita onki veruligt um úrslitið, fyrrenn dysturin er liðugur! Og meðan ein dystur frammum alt er undirhald, so eru tíðindi alt ov álvarsom til at vera reint undirhald!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni