Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri

Danmark stuðlar Føroyum og Grønlandi í hvalaveiðuspurninginum

SKRIVAÐ: Kaj Joensen og Claus Djørup  |  11.12.2017 - 10:53 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Danmark gongur eftir føroysku og grønlendsku ynskunum á møti og fer at atkvøða nei, tá ES skal taka støðu til, um IWC skal skipa smáhvalaveiðu.

Eftir fund í europanevndini í fólkatinginum fríggjadagin 8. december er greitt, at Danmark fer ikki at taka undir við ynskinum hjá ES um at banna allari smáhvalaveiðu.

ES vil, at øll hvalaveiða eigur at vera bannað um allan heim, og at altjóða hvalaveiðunevndin IWC eisini skal skipa smáhvalaveiðu. Sum støðan er í dag skipar IWC stórhvalaveiðu.

Grønland, Føroyar, Ísland, Danmark og Noreg skipa í dag smáhvaleiðu í felagsskapinum North Atlantic Marine Mammal Commission – eisini kallað NAMMCO.

Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, fekk á fundinum fullan stuðul frá fólkatinginum at atkvøða ímóti uppskotinum hjá ES.

-Vit fara at atkvøða ímóti, tí ætlanin er at víðka skipanina, so hon eisini fer at umfata smáhvalaveiðu. Danmark hevur lítlan stuðul, og í sambandi við samráðingarnar sæst, at alt fleiri vilja friða hvalin.

Stjórnin, saman við Grønlandi og Føroyum, metir tí, at uppskotið stríðir ímóti áhugamálunum hjá ríkisfelagsskapinum, sigur Anders Samuelsen.

 

Burðardygg veiða

Á fundinum í evropanevndini, har norðuratlantisku umboðini Aaja Chemnits Larsen(IA) og Magni Arge(Tjóðveldi, luttóku, kom fram, at ES er sinnað taka atlit til upprunafólk og rættin hjá teimum at veiða.

Hettar er eisini eitt sjónarmið, sum danska stjórnin hevur brúkt fyri at Føroyar og Grønland framvegis kunnu halda fram við smáhvalaveiðu.

Magni Arge helt fyri á fundinum, at Danmark átti í størri mun at tala fyri, at burðardygg veiða er ein nóg góð orsøk fyri, at londini sjálvi skipa veiðuna.

-Sambandið til upprunafólk eigur ikki at vera orsøkin fyri, at undantøk verða gjørd. Eg haldi, at ein í størri mun átti at tikið støðu til, um ein kann gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt. Tað er eitt sjónarmið, sum ES eigur at hoyra oftari, sigur Magni Arge.

Hesi sjónarmiðini hóska saman við nøkur av teimum 17 heimsmálini hjá ST, um at matur eigur at vera til øll og rættin at skipa ein burðardyggan búskap.

- Hugburðurin sum ES hevur at varðveita nøkur djór av eina ella aðrari orsøk uttan at hyggja at, um tað er burðardygg veiða, er ikki skynsom, sigur Magni Arge.

Magni Arge heldur, at IWC hevur einki hevur at gera í Norðuratlantshavi. Smáhvalaveiða eigur at verða umsitin av NAMMCO.

-Vit kunnu ikki góðtaka, at heimildin hjá IWC verður víðkað til at umfata smáhvalaveiðu. Veiðan eigur ikki at verða skipað av einum altjóða felagsskapi sum IWC, har fleiri lond als ikki hava nakað samband við gagnnýtslu av havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt.

Vælferð okkara í Norðuratlantshavinum er grundað á at gagnnýta tilfeingið í havinum, sigur Magni Arge.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni