Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan, ein søkkandi skúta! 

SKRIVAÐ: Eyðstein Zachariasen  |  12.12.2017 - 11:22 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Ikki frítt, at tað er lítið av svøvni í nátt. Um nakrir tímar verður 3. viðger av fiskivinnunýskipanini. Sannlíkt er, at hon verður samtykt 17 ímóti 16. 

Heimaflotin bløðir í suður og norður. Línuskipini ringja eftir fólki í eyst og vest. Alt sum tey 33 suðuri í løgtinginum viðgera eru tey fáu nótaskipini. Hvat við restini?? Tit gera eina fiskivinnunýskipan, ikki eina nótanýskipan! 

Væntandi kunning í KvF

Síggja tit, fyrr var tað nakað at verða stoltur av, at verða sjómaður, men tað er tað næstan ikki meira. Eingin veit hvat sjólívið inniber. Eingin veit hvat tað er, at verða sjómaður. Er tað so løgið? Man sær eingi filmsbrot á KvF, av einum gerandisdegi umborð á einum fiskiskipi ella útróðrarbáti longur. Um allir, sum hava latið lív á sjónum í eini vón, um at vinna upp land. Vinmenn, starvsfelagar, sum aldan tók. Menn, sum aldrin sóu familju sína aftur. Einasta vit nú síggja í KvF og aðrastaðni eru tíðindastubbar, grafir og útrokningar av, hvussu nógv føroyskir sjómenn tjena. Hvussu órættvíst og frekt tað er at vera sjómaður, hvussu lítið teir gjalda, hvussu nógv og hvat teir eiga. Eingin sær lívið sum sjómaður í KvF í dag. 

Okkara arbeiðspláss kunnu keypast fyri skannarir, vindmyllur og annað.

At onkur ávís tingfólk skulu kunna keypast fyri ein grønan knøtt er mær ófatuligt. Fleiri "keypt" ja síggjast í løgtinginum fyri tíðina. Fyri ein og hvønn prís má nýskipanin bara ígjøgnum. Løgtingsfólk kunnu beinleiðis keypast, uttan at hugsa um okkara arbeiðspláss, familjur og framtíð.

Bert eitt neyðarróp !

Hetta er bert eitt neyðarróp, um at tit um nakrir tímar ikki tveita okkara framtíð út í eina varðandi óvissu. At arbeiðsplássini ikki hvønn dag standa upp á spæl. Eg havi ikki ætlanir um at gerast reiðari nakrantíð, men sum tit suðuri í løgtinginum tosa í orðaskifti, so ljóðar tað á tykkum sum um, at allir sjómenn ein dag skulu verða reiðarir, men tit mugu hava misskilt okkurt! 
Alt, sum fleiri av okkum biða um, er at tit geva okkum eitt trygt arbeiðspláss har sum vit ynskja at arbeiða, á sjónum. Tað gera tit ikki, við at tveita runt við okkara arbeiðsplássum á uppboðssølu ella í menningarkvotum, ella 3%, sum til eina og hvørja tíð, hvørt ár, kunnu verða hálaði inn og latin aðrastaðni.
Vælsignaðu tit, skipið eitt trygt og støðugt arbeiðspláss. Latið reiðaríini verða sera sterk peningaliga, tá eru okkara arbeiðspláss tryggast, eisini í verri tíðum. 

Hugsið um okkum eisini..!

Vælsignaðu høgt virdu løgtingsfólk, hugsið um okkum eisini, tá ið tit skulu trýsta á rætta knøttin um nakrir tímar. Síggið burtur frá teimum 4-5 stóru reiðarunum. Hugsið um hvussu tit fáa tryggjað okkara framtíð á besta hátt, landinum at frama. Landið skal nokk fáa pengarnir inn í skatti, tilfeingisgjaldi osv, men vælsignaðu takið ikki pengarnir inn við kassa 1, áðrenn ein stertur er fiskaður. Tá verður fiskivinnan alt, alt ov óviss at gera íløgur í.

Vónandi fáa vit eina sakliga og virðiliga viðger av fiskivinnunýskipanini um nakrir tímar. Havið eisini okkum vanligu sjómenn í tonkunum, tá ið tit trýsta á rætta knøttin. Hetta er framtíðin, sum stendur upp á spæl, og hon hevur fortjent eina sakligari viðger enn ein skannara ella eina vindmyllu.

Vinarliga 

Eyðstein Zachariasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð