Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Befali tykkum nú í Harrans hendur um tit ætla at flóta eina løtu afturat”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.12.2017 - 10:34 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ódnardagurin mikli 12. februar 1943

 

Skrivað niður hevur Michael Matras, eftir frágreiðing frá Karli Justinussen, sála úr Svínoy.

Seinast í januar 1943 var væl at fiska av hýsu úti um Hornið, Stapafót, norðuri í Miðhavinum í Svínoy. Hóast tað var ring ársins tíð, róðu seks bátar út; vanliga róðu 1012 bátar tá um summarið úr Svínoy.

Hin 12 februar 1943 var ein frálíkur stillur og klárur dagur, sigur Karl; fimm bátar høvdu egnt um náttina; barometrið stóð í botni.

Bónda Jóannes, Jóannes Joensen, formaðurin á okkara báti, “Hans Arge”, eftir manninum, ið hevði gjørt hin gamla motorin í bátinum, helt fyri, tá ið vit løgdu frá landi: “Eg havi ikki farið til útróðrar í so vánaligum umstøðum,”

Hinir, ið við vóru, vóru Dánjal Joensen, Petur Danielsen, Hans Jákup Joensen og eg sjálvur. Vit sigldu so eystureftir og vóru tann fyrsti bátur, ið legði frá landi. Hinir bátarnir vóru “Selnes”, “Ormurin Langi” og “Høsten”. Vit settu norðast, út suðureftir úti á Stapafóti, og tóku so upp inn norðureftir.

Tá ið línurnar vóru settar, tá kom motorbáturin “Nekkur” úr Klaksvík “upp á pray”. Við  “Nekki”, sum P/F J. J. Jacobsen átti, vóru fleiri svínoyingar: Henry Mellemgaard, ið var bátsformaður, Sámal Johannesen og Emil Petersen. Hinir vóru Mikkjal Petur Hvannastein av Kirkju og Mathias Petersen, Klaksvík, ættaður av Selatræð. Vit prátaðu saman, meðan línurnar stóðu. Hann stóð svartur upp í ættina, men allíkavæl lótu vit línurnar standa til vanliga tíð. Vit lógu hjá kíkinum.

 Vit høvdu ikki meira enn fingið uppstandaran á borð, tá setti hann niður á Keldufjall á útnyrðingi, og skundað var undir menninar, ið draga skuldu.

 Fyrst kom sum ein gjóstur út av landi.

Tað hevði verið blikalogn frammanundan. Og áðrenn vit vistu av, tá stóð alt í einum roki. Drigið varð í størsta skundi inn. Vit høvdu áttahundrað pund í toftirúminum. Tveir vóru frammi til at skiftast at draga; og reiðskapurin kom aftur í øllum góðum. Línurnar lógu í framskutinum, 4 í tali.

Veðrið var tá vánaligt, og sjógvurin uppøstur, tá ið vit fóru at sigla inneftir. Vit prátaðu tá um, hvussu hinir bátarnir fóru at greiða seg burtur úr hesi fløkju. Okkara bátur var framsettur av línum og fiski. Áðrenn vit vistu av, kavaði hann og fleyt um bekkirnar; motorurin steðgaði. so gekk ein løta at fáa oyst hann tóman og fáa seglið á. So nógvur sjógvur kom inn, at tendringin á motorinum fór undir í sjógv, og vónleyst var at fáa hana aftur í gongd. Vit lógu tá við kós móti Skorini. Vit høvdu bert siglt eina løtu, tá seglið, ið hevði verið í bátinum alt summarið skrædnaði. Samstundis slerdi hann saman í kavaroki, so ikki sást fram um stavn, og samstundis østist sjógvurin so upp, at vit kundu ikki halda ímóti. Vit máttu venda bátinum beint úteftir undan, fyri at hann ikki skuldi søkka. Tá møta vit “Ormi Langa”, einum øðrum svínoyarbáti. Teir bæði róðu og brúktu motorin. Vit komu tætt framvið hvørjum øðrum; men eingin talaði. Tá gjørdist sjógvurin so øgiligur, at formaðurin bað tveita fiskin fyri borð og løða bátin. Skjótt fórr tan segllepin, vit høvdu, aftur. Hann var vist kavrotin, so vit illa høvdu ligið Suðuroynna upp, við tí kósini vit høvdu, fyri at koma undir land; so nógv supuryvir vísti stavnurin.

Seinni kláraði hann so mikið í, at vit sóu, hvar vit vóru staddir. Og løgdu vit tá árarnar út og andøvdu inneftir; vit løgdu hann uppí inn móti Skorini. Men út móti skýming gjørdist aldan so stór og øgislig, og formaðurin á bátinum sigur tá: “Befalið tykkum nú í Jesusar hendur, um tit vilja hava vón um at flóta eina løtu afturat.” - Aldan var tá so ræðilig, at eg hugsaði fleiri ferðir við mær sjálvum: munnu vit fara at klára tað nú?-

Oyst varð við spann á miðjuni, og pumpan gekk aftan fyri alla tíðina. Tá ið størstu óløgi brutu, sá tað út, sum formaðurin, ið sat á rongini, sat einsamalluri í einari stórari skúmfonn. Men hvørja ferð, tað stóð um lívið, fingu vit oyst bátin, ið fleyt um stokkarnar, tóman.

Í skýmingini, tá síggja vit royk av trolara móti Draganum á Svínoynni, vit sóu hann stýra beint á okkum. Vit hildu tað vera bretskan trolara, ið var á veg niður til marknað.

Vit høvdu upp á mastur og royndu at gera hann varugan við okkum. Hann stýrdi beint á okkum; men ikki fyrr enn hann var tætt hjá okkum, ýldi hann. Tástani hevði hann rakt við okkum. Teir fyrstu menn, vit sóu umborð á trolaranum, vóru svínoyingar.

Tað vóru fýra bátar úr Svínoy á útróðri henda dagin. Beinanvegin,  ódnin brast á, hongdu tríggir teir innastu svínoyarbátarnir seg upp í “Nekk”. Men “Nekkur” var ein lítil dekksbátur, og vónleyst var at sleipa tríggjar bátar afturat í tí brandstorminum. Manningarnar vóru allar umborð í “Nekki”; men bátunum kundu teir ikki bjarga. Teir gjørdu tí av at slepa tveimum av báttunum og bara hava tann minsta eftir, “Nekkur” sigldi inn undir Svínoynna, har bretskur trolari lá og krokaði. Mathias á Selatrað, ið dugdi enskt mál, segði trolaraskiparanum frá, at ein bátur saknaðist og bað teir hjálpa til at finna bátin. Skiparin visti ikki, hvar hann skuldi leita. Hann bað tí teir menn, ið vistu, hvar hin saknaði báturin var staddur á leið, koma við sæ at leita. Gjølla mundu teir hava tonkt seg um, tí fyri okkum sá tað út, sum teir ætlaðu at sigla okkum niður; so væl høvdu teir roknað út, hvar vit vóru. Teir komu so beint fram á okkum. Vit vistu ikki, hvørjumegin teir hildu, tá teir komu skúmandi móti okkum.

Vit tosaðu tá um, hvat teir mundu ætla at gera á trolaranum fyri at taka fólkið upp, tí tað var so ringur sjógvur. Knappliga síggja vit tá trolaran venda upp í ættina og koma drívandi eftir liðini niður á okkara bát. Gjørdu vit tí a, at í tí løtu samanstoyrurin varð, skuldu vit allir leypa upp á trolaran.

Tá saman brast, lupu vit allir upp; men so væl royndist í læ av trolaranum, at vit fóru niður aftur í bátin og kastaðu allar línurnar úr honum upp á trolaran. Skiparin spyr tá, hvat hann skal gera við bátin. Eg segði: “Báturin hevur einki virði sjálvur, ein gamal skipsbátur av “Polo”, men hann hevur nýggjan Solomotor”. Eg bað hann tí taka hann inn á dekkið, um tað var gjørligt. Hetta var hann fúsur til, og trolaramenninir løgdu stropparnar um bátin og eina løtu aftaná lá hann og blaktraði sum eitt leikutoy ovast í lossibumminum. Men tá ið teir so loraðu hann niður, kvettist hann av onkustaðni um bógrúmið.

Tá ódnin brast á, var postbáturin “Immanuel” staddur við Svínoyareiði. Veðrið gjørdist so øgismikið, at eingin kom longur enn á Stórheygar við sínum mjólkabiðum. Fólk vóru ti ræslusligin og gjørdu vart við seg fyri sýslumanninum av ótta fyri bátunum.

Um somu tíð, sum okkara bátur kom umborð á tann áðurnevnda bretska trolaran, “Ben Barvas” at navni, A111, tá kom longu Mortan Johannesen, Mortan í Hvannasundi, út av Hvnnasundi við einum øðrum trolara at leita eftir útróðrarbátunum úr Svínoy. Og stokkuta løtu aftaná kom sýslumaðurin úr Klaksvík saman við Malvinus í Vátutoft og øðrum við einum triðja bretskum trolara í somu ørindum.

Trolarin, ið hevði tikið okkum upp, setti fólkið av á Svínoyarvík.

Svínoyarbygd fekk allar bygdarmenninar aftur í øllum góðum henda dagin, fýra bátsmanningar tilsamans, og spardist soleiðis fyri mannfall sum við sorgartilburðunum í 1012 og 1913, men so ringt var veðrið henda dagin, eftir at hann øtlaði til kolandi storm, at teir allir 4 bátarnir kundu gingið burtur við mann og mús, um teir ikki høvdu fingið hjálp frá størri førum. “Vit bardust hvørt sekund fyri lívinum”, sigur Karl, “og tað var einki út at geva”.

Michael Matras

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni