Lýsing
Lýsing
Lýsing

Man har et standpunkt ...

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2018 - 09:36 Leiðarin Tíðindi

Borðið fangar ikki altíð í politikki, men hesaferð gjørdi tað. Fíggjarmálaráðharrin hevði helst væntað, at enn einaferð fór at bera til at siga seg hava vælvilja í orðum, fyri síðani at sleppa undan at sýna hann í verki. Men nú hava fakfeløgini fingið nóg mikið. Sjúkrarøktarfrøðingafelagið vísti í november við stórum bókstavum, at orð um vælvild einsamøll ikki kundu etast. Neyðugt var við peningi. Men hóast lønarlyft var lovað teimum, kom tað ikki uttan eitt verkfall, har landsins veikastu gjørdust lýs millum tvær negl. Og nú standa vit enn einaferð í somu støðu.

Hetta er vorðin ein kliché. Tá borgarar og felagsskapir vísa á, at politikarar hava lovað sær eitthvørt, fyri síðani at vísa seg sum undanstøkkingar, tá tað skal vísast í verki, verða borgararnir útróptir sum teir góðvarnu. Politikararnir hava altíð gjørt soleiðis, so tað er ikki teirra feilur. Vit sum borgarar hava feilin fyri at hava trúð teimum. Hetta skapar eina keðiliga politiska mentan, har teir skilabestu borgararnir vísa seg at vera teir, sum ikki trúgva einum orði av tí, sum politikarar siga.

Ein kann freistast at halda, at fíggjarmálaráðharrin og forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum nú steikja í egnum feitti. Báðar hava tær víst sín stuðul til námsfrøðingayrkið, eitt siðbundið kvinnuligt yrki, sum søguliga hevur verið láglønt. Nú høvi býðst at geva teimum eitt lovað lønarlyft, er líkt til, at tær báðar hava lovað meira, enn tær kundu halda.

Tann 13. februar 2012 skrivar Annika Olsen, núverandi forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, soleiðis: – »Eg skilji væl pædagogfelagið [sic] og ynski teirra um hægri løn og løn til fyrirreiking. Fyri eina 4 ára langa útbúgving er løn teirra beinleiðis niðurgerandi. At arbeiða í eitt nú barnagarði er ikki bara at ansa eftir børnum. Starvið inniber eygleiðing, stimbran og stuðlan av ti [sic] einstaka barninum og fyrireika tað til skúlagongd. Vit vera noydd at hugsa í heildarloysnum, um fyribyrging og menning av tí einstaka barninum. Hetta sigi eg sum almannamálaráðharri, tí eg síggi tíverri, hvat avleiðingin er, um hetta ikki verður gjørt. Avleiðingin av, at tað ikki verður sett ínn [sic] tíðliga kann í ringasta føri enda við, at børn verða send av landinum. Annars stórt rós til pædagogfelagið fyri siðilig mótmæli, ja enntá vakur við øllum hjørtunum á Tinghúsvøllinum.

Í samgonguskjalinum frá 2015 stendur, at »Samgongan vil menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign.«, og í miðlunum tann 7. november endurgevur Dagstovnaráðið hjá Føroya Pedagogfelag fíggjarmálaráðharran, Kristinu Háfoss, fyri at siga at “Skeivleikin skal rættast”. Hetta varð sagt á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum, so har er onki at fara skeivur av, hvønn hon vendi sær til. Beint áðrenn 1. oktober leggur hon eisini eitt fíggjarlógaruppskot fram og kunnger at vit hava 408 milliónir í yvirskoti. Harvið verða vónirnar og væntanirnar skrúvaðar upp. Námsfrøðingarnir fingu fyrst eitt politiskt lyfti, og 1. oktober í fjør var fíggingin eisini tøk.

At politikarar í andstøðu geva lyfti, sum teir ikki vilja innfría í samgongu, er tíverri meira reglan enn undantakið í føroyskum politikki. Men her hava vit tveir politikarar, sum lova nakað, meðan teir sita í samgongu. Av teimum situr fíggjarmálaráðharrin framvegis í samgongu, men vil kortini ikki innfría sítt lyfti um at rætta skeivleikan.

Sjálvandi skal ábyrgd vísast yvirfyri útreiðsluvøkstrinum hjá tí almenna. Men hví so fara út og lova nakað, sum ikki kann haldast? Hetta er óvirðiligt mótvegis pedagogunum, serliga tá man ein mánað frammanundan rættar sama skeivleika hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og tað hevði verið upplagt at hildið fram at rættað hann.

Um nakar fáar dagar hevur verkfallið vart í ein mánað, og synd er at siga, at arbeiðsgevararnir hava víst vilja at loysa trupulleikan. Tvørturímóti hava teir keypt sær jólafrið við almennum pengum við at gjalda lønir út við ivasamari lógarheimild, og hetta er ivaleyst viðvirkandi til, at verkfallið verður drúgvari enn neyðugt. Avleiðingarnar eru nógvar og álvarsamar. Almannaverkið biður um yvir 100 undantøk, og alt samfelagið er merkt av, at arbeiðandi foreldur ikki fáa børn síni ansað, meðan tey eru til arbeiðis. Børn við serligum tørvi fáa ikki sín serliga tørv uppfyltan, tí stuðlarnir eru í verkfalli. Og neyðarróp eru at hoyra frá avvarðandi.

Tað sum vit eru vitni til, er úrslit av, at fíggjarmálaráðharrin og forkvinnan í KAF hava tikið munnin ov fullan. Tær hava skrúvað væntanirnar ávísum starvsbólkum langt upp, men megna nú ikki at liva upp til tær væntanirnar. Ein komandi fíggjarmálaráðharri eigur at leggja sær hetta í geyma, og tann 30. september bara at leggja fíggjarlógaruppskotið fyri Løgtingið í allari stillheit. Og ikki siga seg fara at rætta ein skeivleika, fyri síðani at støkka undan, tá høvi at vísa tað í verki býðst.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð