Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyaprent vann útbjóðingina

SKRIVAÐ: Føeoya Prent  |  19.01.2018 - 17:36 Tíðindaskriv Tíðindi

Í dag var sáttmáli undirskrivaður um veiting av skelting til nýggja atkomuvegin og parkeingsøkið kring Vága Floghavn.

Mynd: Frá vinstru:

Hallur Onghamar, Jon Hestoy frá Føroyaprent og Kitty May Ellefsen, Tórstein á Steig frá Vága Floghan

 

Føroyaprent átti lægsta boðið í sambandi við útbjóðingina og í dag varð sjøtul settur á samstarvið kring sjálva veitingina.

Talan er um alla skelting, frá ovurstórum ljósskeltum til smá parkeringsskeltir, bæði við og uttan ljós

Ikki færri enn 215 skeltir í alt skulu gerast og Føroyaprent veitir alt, frá prenti av skeltum til LED-ljós og steyrar av galvaniseraðum stáli v.m. Umframt at veita skeltini, so tekur Føroyaprent sær eisini av at seta øll skelti upp á staðnum.

Tað eru ZETA arkitektar við Ragnari Zacharissen og RÁÐ Ráðgevandi verkfrøðingar F.R.I., sum hava teknað og projekterað. Hallur Onghamar hevur havt ábyrgdina av verkætlanini fyri Føroyaprent.

- Føroyaprent er landsins størsta og mest framkomna prentsmiðja. Prent og print er okkara kjarnuvirksemi og vit arbeiða hart fyri at vera í meistaradeildini, sigur Jon Hestoy, ið eigur og rekur Føroyaprent. 

 

- Okkara fremsta mál er at tryggja føroyingum føroyskt framleiddar prentlutir og at áhaldandi at  menna okkum sum fyritøka og arbeiðspláss. Umframt sjálva prentsmiðjuna, fevnir virksemið á Føroyaprent eisini um skeltaverkstað, ið veitir stórprent av skeltum, bannarum og plakatum umframt deko til vindeygu og bilar.

- Eitt eru neyðug amboð og maskinur, men Føroyaprent er fyrst og fremst menniskjaligt tilfeingi. Her starvast stívliga 30 dugnalig fólk, sum kíta seg og eitt sindur afturat, fyri at Føroyaprent skal lata fyrsta floks tænastu – hvørja ferð, sigur ein fegin og errin Jon Hestoy at enda.  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð