Lýsing
Lýsing
Tórshavnar havn

Almenn útjavning tað einasta rættvísa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.01.2018 - 10:48 Leiðarin Tíðindi

Tað er gamaní alment kent, at størstu reiðaríini í Føroyum liggja í Klaksvík og í Eysturoynni. Tað er eisini alment kent, at størsta alifyritøkan liggur í Eysturoynni. Og samgongan hevur eisini arbeitt hart fyri at útjavna frá fiskivinnuni og arbeiðir framvegis við at útjavna frá alivinnuni. Men hetta eru privatar fyritøkur, so spurningurin er, hví so stór orka verður løgd í at útjavna har, samstundis sum eingin orka verður løgd í at útjavna innanfyri tað almenna.

Eitt gjøgnumgangandi argument fyri fiskivinnunýskipanini var, at landsins fiskivinnuríkidømi skuldi býtast betri. Men hví bara fiskivinnuríkidømið? Hví ikki øll Fólksins Ogn?

Øll hini Norðurlondini hava útjavning, antin kommunala ella økisútjavning (regionala útjavning). Í Danmark skrivar granskingarstjórin fyri eini útjavningargranskingarverkætlan frá 1991, sum hann sjálvur dagførdi í 2011, at “Forskellene mellem kommunerne i gennemsnitlige bruttoindkomster bliver stadig mindre i Danmark. Der bliver i den henseende stadig større basal regional økonomisk lighed. Der er dog fortsat så store regionale økonomiske forskelle, at det giver anledning til en betydelig regional omfordeling”.

Í grein hjá Lassa Klein, fyrrverandi landsstýrismanni, verða almennar lønir býttar uppá sýslur. Her sæst týðiligt, at 72% av almennum lønum verða útgoldnar í Streymoynni, har 47% av íbúgvunum búgva. Grannaoyggin Eysturoy fær bara ein níggjundapart, hóast íbúgvatalið táttar í helmingin, 7,7% av almennu ársverkunum til 22,3% av íbúgvunum. Sandoy hevur eisini lítið av almennum virksemi, 0,6% til 2,5% av íbúgvunum. Tølini eru frá 2015.

 

Talvan er úr greinini - Hví ólukkan er Eysturoyggin afturúrsigld - hjá Lassa Klein, 08.06.2016.

 

Hevur samgongan ein yvirskipaðan politikk um, at tað eru inntøkur av privatum virksemi við gagnnýtslu av almennum tilfeingi ella almennum sjóøki, so átti tað at verðið gjørst meira konsekvent. Nærum allur inn- og útflutningurin hjá Føroyum fer fram yvir kaikantin í Tórshavn, og gevur hetta Tórshavnar Havn góðar inntøkur. Her átti at verðið hugt at, um hesar inntøkurnar ikki kundu verið útjavnaðar til onnur øki.

Í viðmerkingunum til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi stendur “Sum støðan er í dag kann nevnast, at í Norðstreymoy, Suðurstreymoy og í Vágoy er atgongdin til tilfeingi avmarkað, ímeðan Suðurøkið – Suðuroy og Sandoy – hevur minkandi fólkatal og partar av økinum lutvíst hægri arbeiðsloysi”. Hví ikki gera eina lóg um almenna útjavning av inntøkum frá innflutningi og útflutningi, har útjavnað verður til tey øki, sum í dag hava avmarkaðar inntøkur frá hesum virksemi? Tað hevði verið heilt í tráð við andan í arbeiðslagnum hjá samgonguni annars.

Tórshavnar Havn hevur í dag eina góðshavn í Havn og eina í Kollafirði, og er nú í ferð við at byggja eina triðju í Havn, hesaferð fyri eina hálva milliard. Tað sigur nógv um, hvussu nógvur peningur er at vinna við at vera avskipingarhavn. Og samstundis sýnir lógin um sjófeingi, at hesar inntøkur ikki eru nøkur forðing fyri at fáa lut í menningarkvotum frá Landsstýrinum. Tað sama má bera til hin vegin, soleiðis at reiðarívirksemið og alivinnan í norðurøkinum heldur ikki kunnu nýtast til at tala ímóti, at hesi økini fáa lut í almennari útjavning.

At fólksins ogn, serliga almennu ársverkini, men eisini inntøkurnar frá inn- og útflutningi Føroya, verður rættvísari býtt, er eitt mál, sum var meira átrokandi enn fiskivinnunýskipanin. Men nú fiskivinnunýskipanin varð raðfest fyrst og nú er avgreidd, eigur arbeiðið fyri einum rættvísum býti av almennu Føroyum at fáa minst somu orku í Landsstýrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald