Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Við botni fyri eyguni

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  28.01.2018 - 10:59 Bloggur Tíðindi

Í orðabókini hjá Jóhannes av Skarði verður danska fyribrigdið ”skyklapper” týtt sum botnur – eins og maðurin í sanginum, ið nýtti botn tá hann las. Tey sum minnast arbeiðshestarnar í t.d. Keypmannhavn, hava helst eisini lagt merki til skyklapparnar, hestarnir høvdu við síðuna av eygunum, fyri at forða fyri at teir skuldu órógvaðust av ferðsluni og nógva stákinum rundan um teir.

Eg veit ikki hvat er rætta føroyska orðið fyri skyklapper, men botnur er tað so ikki – og tó! Sum tann amatørføroyingurin eg eri, fari eg at loyva mær, til eingangsbrúk sjálvandi, at kalla skyklapparnar fyri síðusjónsvernd – tað er í hvussu so er endamálið við hesum leðurklappunum vinstru- og høgrumegin eyguni hjá arbeiðshestunum.

Og hví so alt hetta tosið um síðusjónsvernd? Jú, tað er tí at eg kenni so ómetaliga nógv fitt, klók og hampulig fólk, sum tú kanst tosa frælslynt við um alt millum himmal og jørð – uttan tá tað snýr seg um heilt ávís evnir, tí so fer síðusjónsverndin fyri, og tað kennist eins og tey bara síggja beint fram, ella enntá bara niður á botn. Hesi skilagóðu og fittu og lagaligu menniskjuni verða knappliga hvørki til at høgga ella stinga í. Alt sum eitur sáttligt orðaskifti ella nuançur svinnur sum døgg fyri sólini! Og tú stendur eftir sum kánus og spyrt: Hvat hendi nú við teimum?

Stundum haldi eg, at hesi menniskjuni eru programmerað á ein serligan hátt – tey hava innbygt eitt serligt forrit, ið forðar teimum fyri at hyggja til høgru ella til vinstru. Tey hava eina innbygda síðusjónsvernd – ja, kannska eisini eina innbygda upp- og niðursjónsvernd, ið útilokar øllum objektiviteti og øllum siðiligum sjónarmiðum.

Sambandsfólk og loysingarfólk teljast eisini millum tey, ið hava eina dyggiliga síðusjónsvernd innan heilt ávís málsøkir. Í hesum førum í sambando við ríkisrættarligu støðu Føroya, ella meira nágreiniligt, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tá hetta evnið verður borið uppá mál, tá fer eitt forrit í gongd í heilanum hjá teimum, sum ger tað torført hjá okkum, sum hvørki eru fyri erka-sambandi ella erka-loysing, at fylgja við í argumentum teirra. Danir eru antin einglar ella fjandar. Antin er Danmark eitt fyridømi fyri øll heimsins ríkir, ella er Danmark ímyndin av allari kúgan og øllum illum annars.

Vit, sum hvørki hava fingið innbygt eitt sambands- ella loysingarforrit í heilan, standa bara sum kánus og skilja ikki, at myndin kann vera so svørt ella hvít; at ongir litir, hvørki bjartir ella døkkir, eru at finna í argumentunum hjá báðum pørtum. Vit, sum búgva í Danmark, vita at danir kunnu vera lúshundar og at danir kunnu vera skilafólk. Danir kunnu vera møðsamir og danir kunnu vera sera hugfarsligir. Teir kunnu vera tvørir og sera hjálpsamir. Og meðan Danmark á so mangan hátt er eitt fyrimyndarligt land millum lond, so er tað eisini so mangt í Danmark, sum er út av lagi vánaligt – fyri ikki at siga syndarligt. Men, soleiðis er tað helst, har menniskju skipa fyri.

Danir – tvs. tey ráðandi í høvuðsstaðnum – hava vissuliga ikki altíð røkt áhugamál føroyinga til tað besta. Men, tað hava tey ráðandi heldur ikki gjørt móti sínum egnu undirsáttum í Danmark – hugsa um t.d. stavnsbandið og støðuna hjá teimum ognarleysu og spírandi arbeiðarastættini í øldunum frammanundan okkara.

Um føroyingar høvdu havt tað betri um oyggjarnar høvdu verið sjálvstøðugar síðani lándnám, er eitt tankaeksperiment, ið er torført at svara uppá. Eg veit tað ikki. Men, tað er ikki óhugsandi at isolatión kundi havt beint fyri fólkinum? Danska málið hevur hóast alt knýtt oyggjarnar til umheimin og alheims vitan!

Nationalromantikarnir droymdu jú um nærri tilknýti til Noreg. Men, norska viðferðin av samiska minnilutanum er ikki júst nakað at ynskja sær. Og Guð náði føroyingar, um teir eins og grannaoyggjarnar, høvdu endað undir Bretlandi, sum teir jú næstan gjørdu fyrst í atjanhundrað!

Eg plagi í skemti at siga, at Norðuratlantshavið og Grundtvig eiga stóran part av æruni fyri at Føroyar og føroyska fólkið eru har tey nú eru, eitt framkomið land og fólk. Frástøðan frá ríkisvaldinum bar við sær at føroyskir siðir og føroyskt gerandismál, hóast alt, vórðu varðveitt. Danska málið læt okkum frætta um rembingar á meginlandinum. Og frælsishugsjónirnar hjá Grundtvig og javnlíkum hannsara vaktu ansin fyri minnilutunum í ríkinum. Hettar sigi eg uttan at gera Grundtvig til Santa Grundtvík!

Men samanumtikið var Norðuratlantshavið helst okkara størsta bjarging! At geva dønum kollektiva ábyrgd fyri øllum óndum, ið føroyingum er fyrifarist er meiningsleyst, tí vanligi danin hevur fingið mestsum somu viðferð frá ríkismynduleikunum sum føroyingar.

Onkur hevur sagt í skemti at sambandsfólk elska Danmark, men hata alt, sum er danskt. Og tað er ikki sørt av sannleika í skemtinum – tí, meðal danski hugsjónarringurin er so ymiskur frá einum føroyskum konservativum hugsjónarrringi, at talan í veruleikanum kundi verið um tvey ymisk univers! Loysingarfólk fáa mandolinfepur og kaldasveitta tá tey hoyra um Danmark, hóast hugsjónir teirra mangan eru sprotnar úr Danmark, og tey flestu teira, av fullum huga, kunnu taka undir við næstan øllum donskum lívshugsjónum.

Maðurin í sanginum nýtti botn tá hann læs – nú eru tað summi, íð síggja á botn, og ikki víðari, tá talan er um ríkisrættarligu støðu Føroya! Eg veit ikki, um tað er óhóskandi at koma við eini ávaring móti at nýta síðusjónsvernd á farvegi lívsins. Hjá rossum ber tað til tí teir hava ein førara – men, vit menniskju skuldu helst verið okkara egnu førarar uttan avmarkað útsýni - hvørki til høgru ella til vinstru, ella upp ella niður!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…