Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppspunnið partapolitiskt krút frá KvF

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  08.06.2025 - 11:48 Lesarabrøv Politikkur

Hósdagin bar KvF eina villeiðandi og partapolitiskt litaða søgu

 

 

Hósdagin bar KvF tíðindi frá einum orðaskifti um ríkisfelagsskapin, sum var á fólkatingi týsdagin.

Ymisk prinsipiel viðurskifti blivu umrødd, men tað, KvF gjørdi til tíðindi, var hetta: “Uttanríkispolitikkurin í ríkisfelagsskapinum verður óbroyttur. Føroyar og Grønland sleppa ikki at yvirtaka uttanríkispolitikkin, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri”.

Hetta var sjálvandi vindur í seglini hjá ávísum kreftum. “Tað verður ikki upp til Mette at avgera!!”, skrivaði Annika Olsen.

Og fleiri koma henni á baki:

”Tað at eingin ger uppreistur í móti andstyggiligu imperialismuni, sigur sera nógv um føroysku undirbrotligheitina. Kunnu føroyingar veruliga vera so illa upplýstir, at tey ikki vita hvat hetta hevur at siga fyri menningina av Føroyum?”

”Danmark fer ikki at lata Føroyar útvikla seg so mikið at vit kunnu krevja loysing.”

Og so víðari. Fólk kenna ramsuna.

 

Púra skeivt

Tað, KvF valdi at fokusera uppá, var svarið ein danskur politikara fekk, tá hann spurdi forsætisráðfrúuna um hon ímyndaði sær, at Føroyar sum frá líður fóru at yvirtaka uttanríkis- og verjupolitikkurin í einum meira javnbjóðis samstarvi millum londini.

Mette F svaraði:

“I forhold til udenrigs- og sikkerhedspolitikken og Rigsfællesskabets konstruktion i det hele taget, så er det ikke Danmark, der går ind i samarbejdet med et ønske om at lave det om (...) men vi forsøger efter bedste beskub at være respektfulde i vores respons, når et af de to lande siger, at her er noget, vi ønsker at ændre. Det er i det lys, man skal se, at vi har aktiveret §6 Udvalget, tvisløsningsnævnet. Det er første gang i vores historie, at vi har gjort det, og det er faktiskt med henblik på at sikre et albuerum, som i dag ikke er til stede for Færøerne hvad angår selvstændigt medlemskab af WTO, og som måske også ville kunne overføres til andre områder, blandt andet det nordiske samarbejde.”

Hon segði – sum so ofta fyrr – at hon ikki sjálv hevur nakað ynski um stórar broytingar, men at hon bæði vil og roynir at ganga ynskjum úr Føroyum á møti. Sum WTO-málið er eitt dømi um. Og hon segði einki um, at Føroyar ikki sleppa at yvirtaka uttanríkispolitikkin.

Tað, KvF varpaði út, vóru altso ikki røtt tíðindi. Tað var ein politiskt litað, uppspunnin søga, ið kundi brúkast – og bleiv brúkt – sum partapolitiskt krút.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dannebrog komið á Miðvág
Akademikarar útbúgva seg í Føroyum
Uppspunnið partapolitiskt krút frá KvF
Svimjihylu­rin alment opnaður
Ebenezerkórið á vitjan í Klaksvík hvítus…
U21: Føroyar - Estland: 2-1
Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
Føroya Tele stendur á sterkum grundarlag…
Parkering á samfelagsmøti­num í Klaksvík
Føroyar taptu 3-0 fyri Norð­urmakedónia –…
MF mist tolið við SEV
Brak byrjan
Javnaðar­flokku­rin vil loysa
Nú byrjar samfelagsmøt­ini í Badmintonhøl…
LÍV um stóru íbúðarverkætlan­ina Við Sand…
Fólk skulu ikki bara búgva Við Sandin –…
Livandi Varmakelda
Húsarhalds­skúlin: Seinasti skeiðsdagur á…
Lands­stýris­maðu­rin vitjað Norð­havn­ina í…
Opus: Okkara samskiftisloys­nir til sjóvi…