Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú eru útlit fyri at almenningurin fær innlit í nýtsluna av kemiskum evnum í Alivinnuni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.02.2018 - 13:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Hóast baði Landsapotekarin og Heilsumálaráðið hava nokta almenninginum innlit í nýtsluna av evnafrøðiligum evnum hjá einstøku alibrúkunum, grunda á at hetta kann føra til fíggjarligan miss fyri alivinnuna, so er Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú komin til tað niðurstøðu at hetta als ikki kemur at føra til fíggjarligan miss fyri alivinnuna.

Í brævið til Norðlýsið tann 2. februar 2018 skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í niðurstøðu síni:

 …… Heilsufrøðiliga starvsstovan metir ikki, at innlit í upplýsingar um samlaðu heilivágsnýtsluna kunnu føra til ein fíggjarligan miss, sum stendst av, at hesir upplýsingar kunnu koma út til teirra kappingarneytar. Hetta er útfrá einari meting um, at allar alifyritøkur, bæði í Føroyum og uttanlands nýta heilivág til at niðurberja og fyribyrgja sjúkur og lýs, og at tann einkulta alifyritøkan ikki kanfn eyðmerkjast í eini samlaðari uppgerð, samanhildið við skrivið hjá løgtingsins umboðsmanni tann 29. september 2016……

 

Viðvíkjandi: Innlitisumbøn um heilivágsnýtslu hjá føroyskum alibrúkum

Tygum hava við t - posti tann 22.01.2018 biði um innlit í, hvussu stórar nøgdir HFS og

heilsumyndugleikarnir í Føroyum hava loyvt føroysku alibrúkum, at brúka av evnafrøðiligum

evnum á ymisku firðunum og sundum kring landið. Harafturat er ynski um, at fáa innlit býtt eftir alibrúk og firðir aftur til 2005.

 

Viðvíkjandi innlitisumbøn um nýtslu av heilivági hjá alivinnuni

Sambært innlitislógini § 4 stk.1 kunnu skjøl verða latin einum og hvørjum við teim undantøkum, sum eru í § 7-12.

Sambært § 12 stk. 2 nr. 2 í innlitislógini kann undantak verða givið, um vandi er fyri at ein privat yritøka kann fáa ein fíggjarligan miss av upplýsingum, ið av fíggjarliga týdning fyri fyritøkuna, um innlit verður givið í hesar. Hettar kann millum annað verða av kappingarávum, og at kappingarneytarnir kunnu gera sær dælt av hesum upplýsingum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir ikki, at innlit í upplýsingar um samlaðu heilivágsnýtsluna kunnu føra til ein fíggjarligan miss, sum stendst av, at hesir upplýsingar kunnu koma út til teirra kappingarneytar. Hetta er útfrá einari meting um, at allar alifyritøkur, bæði í Føroyum og uttanlands nýta heilivág til at niðurberja og fyribyrgja sjúkur og lýs, og at tann einkulta alifyritøkan ikki kann eyðmerkjast í eini samlaðari uppgerð, samanhildið við skrivið hjá løgtingsins umboðsmanni tann 29. september 2016.

 Umbøn tygara um innlit í samlaðu heilivágsnýtsluni hjá alivinnuni aftur til 2005, verður tí givið sambært sbr. § 4 stk. 1 og § 5 stk.1 í innlitislógini.

Leggjast skal afturat at ársrapportir fyri heilivágsnýtslu liggja tøkar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Klikka á skjiljiblaðið “matur og matvøruframleiðsla” og víðari á “óynskt evni í mati” á vinstra bredda

 

Viðvíkjandi innlit í heilivágsnýtslu aftur til oktobur 2017:

Heimildin til at almannakunngera upplýsingarnar um heilivágsnýtslu eru í djórasjúkulógini § 11, stk. 7-10. Lógarbroytingin varð framd við løgtingslóg nr. 105 frá 13. juli 2017 um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur. Lógin kom í gildið í oktobur 2017.

Innlit í heilivágsnýtsluna býtt eftir alibrúki kann tí gevast aftur til oktobur í 2017. Aliskipanin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og EDV veitarin, hava tó ikki endaliga skipað hesar upplýsingar soleiðis enn, at hesar í verandi líkið kunnu brúkast. Væntandi verða hesir upplýsingar tøkar á www.hfs.fo í nærmastu framtíð. 

Tá umbidnu upplýsingar eru skipaðar, verður innlitisumbøn tygara gjørd liðug.

 

Viðv. innliti í heilivágsnýtslu áðrenn oktobur 2017:

Vit loyva okkum at venda aftur til hetta, tá okkara skylda omanfyri er sett í verk á okkara heimasíðu, tað vil siga um innlit kann latast í upplýsingar um heilivágsnýtslu fyri hvørt aliøki sær, áðrenn oktobur 2017.

 

Avgerð

Umbøn tygara um innlit í samlaðu heilivágsnýtlsuni hjá alivinnuni aftur til 2005, verður givin sambært sbr. § 4 stk. 1 og § 5 stk.1 í innlitislógini.

Umbøn tygara um, at umbidnu upplýsingar verða býtt í alibrúk og firðir, verður útsett til upplýsingar í aliskipanin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru skipaðar, og at ein nærri kanning er gjørd, um víðkað innlit kann verða givið, sbrt. § 16 stk. 2 í innlitislógini…..

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka