Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í dag er Valentinsdagur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.02.2020 - 09:20 Mentan Tíðindi

Santa Valentin var ein kristin prestur í Rómverjaríkinum, áðrenn tað varð kristnað. Claudius II, kaisari av Rom, ynskti at fáa so nógvar ungar mans í herin sum gjørligt, og tí setti hann í eina tíð forboð fyri giftarmáli. Hann metti, at um hermenninir høvdu konu og børn, var trupulari at fáa teir at gerast hermenn.

Sum tíðin gekk, og alsamt fleiri hermenn doyðu, setti ein kristin prestur sær fyri at tala Roma ímóti. Tó ikki alment, tí so hevði hann sjálvur verið avrættaður. Í staðin vígdi hann ung pør loyniliga. Harumframt hjálpti hann øðrum kristnum undan at verða atsøkt fyri sína trúgv. Hetta gekk í eina tíð, men so varð Valentin avdúkaður og fongslaður. Har fekk hann valið um at koma í tænastu fyri Rómverjaríkið, og tað innibar at gevast við at hjálpa kristnum og við at víga pør í heimildarloysi. Valentin noktaði, og revsingin var lívlát.

Søgnin sigur, at meðan Valentin bíðaði eftir at verða avrættaður, grøddi hann dóttrina hjá fangavørðinum, ið var blind. Hon fekk sjónina aftur, og harvið gjørdi Valentin upp við gomlu mytuna um, at kærleiki ger fólk blind. Seinasta heilsanin frá Valentin var eitt bræv til hesa somu dóttir fangavørðin, og hann undirskrivaði hana “Valentinus tuum” – tín Valentin. Enn í dag er siður at undirskriva valentinsheilsanir, eitt nú á enskum, við “Your Valentine”, og so navnið undir.

Valentin varð avrættaður 14. februar 269. Hann varð seinni gjørdur til halgimenni og hevur í hugmyndini hjá ungum pørum verið halgimennið fyri kærleika.

Siðurin at halda Valentinsdag er ikki gamal í Føroyum, og hevur framvegis ikki lætt við at fáa fastatøkur her. Tað eru serliga tey ungu, ið halda dagin. Vanligi hátturin at halda hann uppá, sum vit kenna hann úr útlondum, er at geva unnustuni ella unnustanum eina gávu, ofta sjokolátu, rósur ella aðra kærleiksímynd, skapað sum eitt hjarta. Eisini er vanligt at fara út at eta saman tveyeini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigur til H71 á Stjørnuni
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann tættan dyst
Mikkjal fingið sekkin í AIK
Skjótt
Sunnudagin fær Stjørnan vitjan av H71
Venezuelska andstøðan við herin: Viðurke…
SMS: Stjørnan tekur móti H71 sunnudagin
Mjølnir - Fleyr sunnudagin
Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lon…
Túsundtals danir stuðla undirskriftainns…
USA er lopið á Venezuela
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri