Lýsing
Lýsing
Lýsing
Andrass Skaalum

Rán í Eygsjón

SKRIVAÐ: Andrass Skalum  |  16.03.2018 - 11:24 Lesarabrøv Tíðindi

Uppskot til makt-miðsavnan ætlað múgvandi og skutilsveinum til leikpall, var sent aðalfundinum í 2017. Endamálið við uppskotinum var, at vanligi tryggingartakarin skuldi forfjónast og makt-elitan taka yvir í øllum ligum

Jákup Egholm Hansen sendi uppskotið til aðalfundin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna í 2017, men tók tað eftirfylgjandi aftur.

 

Sínámillum felagið skuldi gerast spælipláss hjá avmarkaðum – hjá kapital elituni og skutilsveinum tess á henda hátt.

 

Umboðsráðsvalið :  

Tryggingartakararnir í Betri-Trygging eiga ognarfelagið og harvið atkvøðurætt til Umboðsráðsvælini.

Uppskotið legði upp til at geva enn fleiri atkvøður til stóru kundarnar í Betri-Trygging.

Mælt var til, eisini at geva ognarskap og harvið atkvøðurætt til kundar í Betri-Pensjón og Betri-Banka, sum so eisini tann vegin vildi givið teim betri stillaðu munandi størri ávirkan enn nú.

 

Umboðsráðið :

Mælt var til at minka talið av Umboðsráðslimum, sum harvið vildi givið atkvøðunum hjá stóru kundunum betri  møguleika at avgera hvussu Umboðsráðið var samansett.

Um hesar atkvøður megna at velja 8 umboð, av færri limum enn nú, gerst ávirkanin lutfalsliga størri.

 

Tilráðingarbólkur : 

Tilráðingarbólkurin stillar valevni upp til nevndina, ið verður vald á aðalfundum.

Mælt var til, at tveir triðingar av Tilráðingarbólkinum (4 av 6) skuldu mannast av vinnuni.

Harvið vildi tað veri vinnan, sum avgjørdi hvørji vórðu í uppskoti til nevndarvalini.

 

Nevndarval :

Skotið var upp, at avmarka rættin at stilla upp, so bert tey, sum Tilráðingarbólkurin stillaði upp, kundu veljast.

 

 

Sum er hava stóru kundarnir upp til 10 atkvøður til umboðsráðsvalini og vanliga húski bert tað einu, ein tíggjundapart.

Við valið í februar vóru 190 atkvøður nóg mikið at verða valdur í Umboðsráðið.

Ræður ein persónur yvir atkvøðum hjá 19 feløgum, kann hesin velja sítt umboð inn, meðan 190 húski skulu til, fyri at hava somu ávirkan.

Hjá TryghedsGruppen, sum vit kunnu samanbera okkum við, hevur hvør kundi EINA atkvøðu í part.

Eingin er “privliligeraður” við 10 atkvøðum, sum her hjá okkum.

Tórhallur Thomsen er nývaldur í Umboðsráðnum og hevur sum mál, “at avmarkingin í atkvøðutalinum hjá vinnukundum verður hækkað, so stóru kundarnir fáa lutfalsliga størri ávirkan."

Hetta boðaði Tórhallur frá á facebook tann 23. februar, har formaðurin í Ognarfelagnum, Birgir Nielsen, og nevndarlimurin, Karl Birgir Isaksen, eru millum tey 29, ið hava dámt fb boðini.

 

Um kapitalurin og lagsbrøður troka seg trunkandi inn í henda stóra pengakassa, gerst tað sannlíkt ein meinbogi fyri Betri samtaki.

Egin áhugi og hugflog hjá lagsbrøðrum og vinum, kunnu brádliga gerast tvíeggjað svørð, ið avlagar skilvísi í avgerðum.

Vágiligar avgerðirnar kunnu í ringasta føri hótta tilverugrundarlagið hjá feløgunum.

 

Tað er umráðandi at ráð, nevndir og eftirlit eru mannað og skipað við óheftum fólki, at avmarka møguleikan fyri  dyrkan av egnin-áhugamálum.

At størst møguligi opinleiki er í øllum liðum og harvið betri trygd fyri framhaldandi sunnum rakstri av samtakinum.

 

 

Tórshavn, tann 16. mars 2018

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð