Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leggið Tjóðsavnið í Eysturoynna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.03.2018 - 16:28 Leiðarin Mentan

Nú hoyrist tutlan um, at “Tjóðsavnið leitar eftir hølum í miðbýnum í Havn”. Hóast síða hevur verið skrivað upp og niður um, hvussu nógvir fyrimunir eru við at hava desentralar almennar stovnar, so rínur eftir øllum at døma ikki við hjá miðstaðarkreftunum.

Fermetraprísurin í Havn er so nógv tann hægsti í landinum. Ein stovnur sum kann húsast fyri góðar 500 krónur fermeturin á Tvøroyri, noyðist av við knappar 900 krónur fermeturin í Havn. Hetta hóast ein fermetur er líka stórur í báðum støðum. Hví skulu miðstaðarkreftirnar partú leggja alt í miðbýnum í Tórshavn, har tað er dýrast bæði at leiga og at keypa?

 

Ein fermetur er altíð 10.000 cm²

Býarkjarnin í Tórshavn klárar sum nú er ikki at svølgja nógvu ferðsluna. Vegirnir eru skjótt eina øld gamlir, summir eldri, fleiri eru einsporaðir, uppaftur fleiri einsrættaðir, og øll vita, at parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn eru út av lagi vánalig. Og við Skálafjarðartunlinum fer bilastreymurin helst at gera miðbýin í Havn ótolandi at skula ígjøgnum. Ferðslan má leiðast uttanum miðbýin, og harvið fer tjóðsavnið at liggja uppaftur meira illa fyri. Samstundis ætlar Tórshavn sjálv, at Tórshavnar Býarsavn skal liggja har; hetta er nakað sum liggur nógv meira natúrligt har enn eitt tjóðsavn.

Samstundis vísa tølini, at ovmikið av almennum arbeiðsplássum longu er í Havn. Streymoyggin hevur smáar ¾ av øllum almennum ársverkum, harav tey allarflestu liggja í Tórshavn. Hóast 1.000 almenn arbeiðspláss vórðu flutt úr Havnini í morgin, so hevði Havnin framvegis flest almenn størv í mun til íbúgvaratalið.

Í øðrum londum bera tey seg munandi meira skilagott at. Vit hava sæð, at danska stjórnin í hesum árum flytur 8.000 almenn størv úr Keypmannahavn. Hetta gevur eitt bjartskygni og ein samognarskap av tí almenna, sum als ikki bert er til fyri fólk í høvuðsstaðnum.

 

Hyggið eysturum!

Upplagt er at leggja Tjóðsavnið í Eysturoynna. Eysturoyggin er, saman við Sandoynni, tað økið í landinum, har tað eru fægst almenn størv í mun til íbúgvar. Eysturoyggin hevur eisini eitt fólkatal, sum er umleið helvtina av tí í Streymoynni, og harvið er rekrutteringsgrundarlagið av starvsfólkum til eitt tjóðsavn sera gott.

Fuglafjørður hevur eitt sera ríkt mentanarlív við mentanarhúsi, mentanarviku og fjøltáttaðum mentanarlívi, so sum sjónleiki, list og tónleiki. At lagt Tjóðsavn Føroya í Fuglafirði hevði uttan iva hóskað sera væl. Runavíkin er eisini eitt boð. Felags fyri báðar býirnar er, at har eru fá og ongi almenn arbeiðspláss í hvørgum. Í Fuglafirði verður sagt, at tað einasta almenna starvið har er tað hjá presti.

Við at lagt Tjóðsavnið í Eysturoynna, slerdi vit fleiri flugur við sama smekki. Vit framdu økismenning í verki. Tjóðsavnið fekk góðar umstøður at virka undir. Ongin ferðslu- ella parkeringsruðuleiki varð uttanfyri Tjóðsavnið. Rekrutteringsgrundarlagið er gott. Fólk uttanfyri Havnina fara at kenna ognarskap og lut í Tjóðsavninum. Vit skapa optimismu í útjaðaranum. Og ikki minst, vit fáa eitt rættvísari alment býti av okkara skattakrónum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni