Lýsing
Lýsing
Lýsing
Óluva Klettskarð er eykavald fyri Tjóðveldi og hevur verið sera loyal í mun til ætlaninar hjá Tjóðveldisflokkinum.

Tey loyalu enda aftast í køini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.03.2018 - 01:32 Leiðarin Politikkur

Floksloyalitetur er tað, sum vísir seg at loysa seg verst.

Sonja Jógvansdóttir man vera tann politikarin, sum hevur fingið mest á skaftið hetta valskeiðið. Hon setti seg uttanfyri bæði flokk og samgongu, og hevur síðani tá kunnað selt sína atkvøðu dýrt til samgonguna. Løgmaður og hinir samgonguleiðararnir hava síðani verið úti og lovað gull og grønar skógir til Miðflokkin og Sjálvstýrið, um teir bert vildu taka undir við fiskivinnupolitikkinum. Tað vildu teir tó ikki. Men meinigu tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn fáa onki sum helst afturfyri sín stuðul, og mugu bara eygleiða, hvussu onnur verða forgylt.

Nú tevja politikarar val, og nakrir teirra eru farnir at gera seg klárar. Kristin Michelsen hevur lagt uppskot fram saman við andstøðuni. Heðin Mortensen somuleiðis. Og Sonja Jógvansdóttir. Sum ketta úr høvdatrogi kom Henrik Old eisini, og segði at Landsverk hevur fingið boð um at bora til Fámjins og ikki til Dals. Hann veit av royndum, at er byrjað uppá ein tunnil, so verður hann ikki fluttur afturum í køina aftur. Sama mannagongd varð brúkt til Kunoyartunnilin á sinni.

 

“Nice guys finish last”

Millum tey minst framligu á Løgtingi finna vit Jónleif Johannesen og Óluvu Klettskarð. Tey hava talst millum tey, sum floksformenninir kundu hava rimmarfast álit á fóru at levera. Jónleif hevur stórt sæð ikki gjørt nakað um seg, og hevur tikið undir við øllum frá samgonguni. Avtalurnar innibóru m.a., at tunnilin til Dals stóð næstur á skránni og tunlarnir Norður um Fjall skuldu byrja í 2021. Men nú hava 2 av hansara partamonnum, annar saman við andstøðuni og hin av sínum eintingum, prioriterað Fámjin fram um.

Óluva Klettskarð hevur somuleiðis verið trúføst ímóti floksleiðsluni og samgonguni, og hevur givið sína atkvøðu fyri m.a. fiskivinnunýskipanini, hóast hon var sera ópopulér í Norðoyggjum. At vera loyalur ímóti sínum egnu er alla æru vert, men hinvegin síggja vit, at tey, sum ikki eru tað, eru tey sum fáa úrslitini. Í kortunum nú liggur, at tey sum eru mest framlig og finna sær meirilutar uttanfyri egna samgongu, eru tey sum hava bestu sannlíkindini fyri at fáa sítt ígjøgnum. Og samgonguformenninir løna ikki hinvegin tingfólki fyri sítt trúfesti.

Í september komandi ár skal í seinasta lagi vera val. Endurvinnur hendan samgongan ikki meirilutan tá, fara allar avtalur eisini úr gildi tá, og nýggjar verða gjørdar. Tað merkir, at tað sum Jónleif og Óluva ikki fáa sett í gongd hetta valskeiðið, tað verður ikki gjørt, og so hava øll fýra árini við loyaliteti mótvegis samgonguni verið til fánýtis. Um vit hava lært nakað av hesum valskeiðnum, so er tað, at loyalitetur ikki gevur úrslit, meðan leysgangarí ger.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð