Lýsing
Lýsing
Lýsing

Allir pensjónistar skulu rinda tað sama fyri heilivág

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.04.2018 - 15:35 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt einmælt Løgting samtykti í dag uppskotið hjá Sirið Stenberg um, at fyritíðarpensjónistar skulu rinda sama egingjald fyri heilivág sum fólkapensjónistar. Tað merkir í mesta lagið á leið 1.300 krónur um árið fyri sonevndan tilskotsheimilaðan heilivág.

Broytingin hevur við sær, at fyritíðarpensjónistar, sum brúka nógvan heilivág, frameftir skulu rinda minni.

Tá ið fólk keypa heilivág kunna tey fáa tilskot, um heilivágurin er tilskotsheimilaður. Skipanin er stigvaksandi soleiðis, at tey, ið hava tørv á nógvum heilivági, fáa lutfalsliga hægri ískoyti. Somuleiðis er eitt mark fyri, hvussu høgt egingjaldið kann verða fyri heilivág, ið er tilskotsheimilaður.

Í dag er hetta markið umleið 2.050 krónur um árið, meðan fólkapenjsónistar í mesta lagi rinda góðar 1.300 krónur um árið fyri hendan heilivágin. Børn undir 18 rinda ikki egingjald.

Sostatt lækkar egingjaldið hjá fyritíðarpensjónistum við knøppum 750 krónur um árið fyri tilskotsheimilaðan heilivág.

 

Tilskotsnevndin tikin av
Ein onnur broyting í samtykta uppskotinum er, at Tilskotsnevndin verður tikin av. Uppgávurnar hjá nevndini verða nú lagdar til Landsapotekaran at umsita.

Broytingarnar koma í gildi tann 1. mai 2018.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð