Lýsing
Lýsing
Lýsing

KVF stjórin og Mentunarmálaráðið samd um grundgevingarnar fyri at siga tíðindaleiðaran úr starvið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  24.04.2018 - 11:47 Politikkur Tíðindi

Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgtingslimur, staðfesti at mentunarmálaráðið er samt við stjóran í KVF í grundgevingunum at siga tíðindaleiðaran úr starvið, men álíkavæl tekur mentamálaráðið tað avgerð at seta tíðindaleiðaran aftur í starv

Mentanarmálaráðið skrivar soleiðsi í endanum av niðurstøðu síni:

Vísandi til omanfyri standandi fer Mentamálaráðið at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi, og sostatt er hon framhaldandi í starv sínum sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

Hendan avgerðin er endalig innan fyrisiting, og Mentamálaráðið ger ikki meira við málið.
 
 Kaj Leo Holm Jóhannesen og aðrir andstøðulimir sum hava havt orðið siga at hetta hevur ongantíð hent áður at eitt ráð setur eitt starvsfólk aftur í starv, eftir at viðkomandi hevur verið úr starvinum í 6 mánaðar. Hann læs niðanfyri standandi brot búrtur úr niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum:

"........Eftir einari samlaðari heildarmeting av støðu kærarans sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, útbreiðslu og innihald í framsagnum (ytringum) kærarans, verður tað ikki mett, at partar av framsagnunum hjá kæraranum liggja innan fyri karmarnar av skrivi-, talu- og framsøgufrælsinum hjá alment settum starvsfólkum. Hetta verður lutvíst grundað á, at kærarin er partur av leiðsluni i Kringvarpi Føroya, at kærarin ikki hevur úttalað seg rætt um ávís týðandi viðurskifti innan sítt egna starvsøki, og kærarin ikki hevur gjørt greitt, at hon úttalar seg egna vegna sum privatpersónur. Mett verður heldur ikki, at kærarin í leiklutinum sum tíðindaleiðari hevur umrøtt stjóra sín á ein sømiliga hátt, og at møguliga ber eisini til at siga, at kærarin hevur brotið tagnarskylduna. Vísandi til hesar umstøður verður ikki mett, at kærarin hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og kærarin kann tí sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vága......"

 

-Um hetta ikki kann brúkast sum grundgeving fyri eini uppsøgn á einum almennum stovni, hvat skal so til fyri at almennur stjóri kann siga fólk úr starvið - hvat skal so til??? 

- Er neyðugt at starvsfólk skullu hava skotið stjóran, áðrenn tey kunnu sigast úr starvið??? Segði Kaj Leo Holm Jóhannesen.

 

Seta ein stovn at viðgera kærir

Samgongufólk sum hava tikið orðið higartil hava forsvara avgerðina hjá mentamálaráðnum og onkur hevur mælt til at seta ein nýggjan stovn á stovn at viðgera kærir frá starvstólkum.

Andstøðulimir vísa til at sambært kringvarpslógini ein stovnur sum er undir Kringvarpsstjóranum, sum setur KVF stjóran sum síðani setur starvsfólk. Í hesum føri hevur mentamálaráðið tikið avgerð um at ógylda avgerð stjórans og seta viðkomandi persón aftur í leiðandi starvið á stovninum. Hetta er rættiliga prinsippielt og eigur ikki at góðtakast, siga fleir tingfólk.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja