Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppsøgnin av Liljan Weihe er ógildað

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.04.2018 - 11:58 Tíðindi

Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er 52 síður og mentamálaráðið er ósamt við stjóran í KVF um "brotið" sum Liljan Weihe skal hava framt, stendur í mát við tað at siga hana úr starvið.

Formaðurin fyri  Kringvarpsstýrið, Rúna Heinesen, vísir til stjóran í KVF, Johnny í Grótinum, tí talan er um eitt starvsfólkamál.

Hvørki stjórin ella Liljan Weihe hava ynskt at gjørt viðmerking.

----

Niðurstøðan:

Eftir einari samlaðari heildarmeting av støðu kærarans sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, útbreiðslu og innihald í framsagnum (ytringum) kærarans, verður tað ikki mett, at partar av framsagnunum hjá kæraranum liggja innan fyri karmarnar av skrivi- talu og framsøgufrælsinum hjá alment settum starvsfólkum. Hetta verður lutvíst grundað á, at kærarin er partur av leiðsluni i Kringvarpi Føroya, at kærarin ikki hevur úttalað seg rætt um ávís týðandi viðurskifti innan sítt egna starvsøkið, og kærarin ikki hevur gjørt greitt, at hon úttalar seg egna vegna sum privatpersónur. Mett verður heldur ikki, at kærarin í leiklutinum sum tíðindaleiðari hevur umrøtt stjóra sín á ein sømiliga hátt, og at møguliga ber eisini til at siga, at kærarin hevur brotið tagnarskylduna.

Vísandi til hesar umstøður verður ikki mett, at kærarin hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og kærarin kann tí sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vága.

Ein fyrisitingarlig avgeðr skal tó altíð vera proportional í mun til endamálið.....

Sambært heimasíðuni hjá KVF verður eisini sagt, .......at Mentannarmálaráðið heldur at stjórin átti at havt roynt átalu, ávaring ella flyting til annað starvsøki, áðrenn farið var undir uppsagnartilgongdina.....

LES meira á heimasíðuni hjá KVF her

 

LILJAN: Eg eri klár at fara aftur til arbeiðis

Sí samrøðu við Liljan Weihe við in.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum