Misálit á Rigmor Dam - fyri at hava sett Liljan Weihe í starv aftur sum tíðindaleiðara í KVF hóast stjórin og mentamálaráðið meta hana hava agera illoyalt og sett umdømi hjá KVF í váða
Andstøðan er so misnøgd við handfaringina av landsstýriskvinnuni í sambandi við málið um tíðindaleiðaran í KVF, sum fleiri andstøðutinglimir halda er politiskt sett. Í løtuni verður misálitið viðgjørt í løgtinginum. Avgerðin hjá landsstýrismanninum um tíðindaleiðaran í Krigvarpi Føroya er púra óhoyrd og uttan nakað fyridømi í okkara rættarskipan yvirhøvur. Landsstýrismaðurin hevur við síni avgerð lagt seg út í innanhýsis avgerðarrættin hjá leiðsluni fyri Kringvarp Føroya, siga teir fýra tinglimirnir, Bárður Nielsen, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Jørgen Niclasen.
Mentamálaráðið gekk kæruni frá tíðindaleiðaranum í KVF á møti og segði í síni frágreiðing, at tíðindaleiðarin framvegis er tíðindaleiðari í KVF. Tað fekk øði í fleiri løgtingsfólk, sum longu sama kvøld viðgjørdu málið í løgtinginum.
Í uppskotinum um misálit stendur soleiðis at lesa:
Jørgen Niclasen Bárður á Steig Nielsen Bill Justinussen Kári P Højgaard Vegna ávikavist Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri Løgtingið Løgtingsmál nr. 146/2017: Misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann Uppskot um misálitisváttan Vísandi til § 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til § 47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann.
Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sambært § 23 í kringvarpslógini ábyrgdina av teirri avgerð, sum Mentamálaráðið hevur tikið í málinum um uppsagda tíðindaleiðaran í Kringvarpi Føroya.
Avgerðin hjá landsstýrismanninum um tíðindaleiðaran í Krigvarpi Føroya er púra óhoyrd og uttan nakað fyridømi í okkara rættarskipan yvirhøvur. Landsstýrismaðurin hevur við síni avgerð lagt seg út í innanhýsis avgerðarrættin hjá leiðsluni fyri Kringvarp Føroya.
Enntá innanhýsis viðurskifti, sum í avgerandi mun hava týdning fyri, hvussu óhefti tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya skal leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin hevur onga heimild at leggja seg út í leiðsluviðurskiftini í Kringvarpi Føroya.
Grein 23 í kringvarpslógini ásetur, at fyrisitingarligar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Sambært viðmerkingunum til hesa lógargrein verður ikki sagt eitt orð um starvsfólkaviðurskifti.
Viðmerkingarnar til lógina leggja als ikki upp til, at landsstýrismaðurin kann nýta hesa heimild til tess at “stýra” leiðsluni fyri Kringvarpið, sum annars verður sagt í niðurstøðuni hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin skal í síni kæruviðgerð sjálvsagt virða tann sjálvstøðuga status, sum Kringvarp Føroya hevur sambært § 3 í kringvarpslógini, og tí skal landsstýrismaðurin ikki leggja seg út í innanhýsis leiðsluspurningar í Kringvarpinum. Landsstýrismaðurin hevur givið tíðindaleiðaranum viðhald í kæru síni.
Avgerðin er ógildað, og hetta merkir tað sama sum, at eingin avgerð er tikin. Mannagongdin í slíkum málum hevur altíð verið, at málið hereftir verður heimvíst til nýggja viðgerð. Hesa vanligu mannagongd hevur landsstýrismaðurin ikki virt, men hevur í staðin fyri valt at leggja seg beinleiðis út í leiðslurættin hjá stjóranum fyri Kringvarp Føroya.
Landsstýrismaðurin tykist í síni málsviðgerð at hava roynt at lagt soleiðis til rættis, at Kringvarp Føroya verður noytt til at seta tíðindaleiðaran aftur í starv. Hetta hevur landsstýrismaðurin onga heimild til, og er hetta tí ein beinleiðis politisk setan av tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya.
Hesi viðurskifti gera, at undirritaðu løgtingslimir ikki longur hava álit á, at landsstýrismaðurin í mentamálum yvirhøvur er før fyri at umsita sítt málsøki á lógligan hátt, og tí verður hetta misálit reist mótvegis landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 23. apríl 2018
Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen Bill Justinussen Kári P Højgaard