Lýsing
Lýsing
Lýsing

Um økið “Yviri á Grundum”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.04.2018 - 18:14 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Tíðindaskrivið, sum Klaksvíkar Býráð er komið út við í dag, í samband við avgrevsturin “Yviri á Grundum” tykist løgið, og meira sum ein roynd at skava út yvir eina villu í Býráðnum.

Kommununi átti at verið fulkomuliga greitt, at økið yviri á Grundum átti at verið varðveitt, tí har helst eru elstu búsetingarnar í Klaksvík.

Jógvan Ravnsfjall, fyrrv. savnsleiðari á Norðoya Fornminnasavnið sigur, at hann tosaði við Jógvan við Keldu í 80 - unum um støð í Klaksvík, bygningar og øki, ið áttu at verið skrásett og varðveitt. Hetta tosið kom í lag, eftir at sethúsini hjá Klæmint Klakk og bygningarnir hjá Olaf á Stongunum vóru niðurtiknir. Tað vísti seg sum um, at eitt nú gamlir bygningar blivu bara standandi uttan at nakað bleiv gjørt við teir og so tiknir niður tá teir vóru um at hoykna niður.

Býráðið bað tá Norðoya Fornminansavn ger ein lista til kommununa. Hesin listin bleiv gjørdur og leveraður til býráðið í 1987.

Í 2012 ella kanska var tað í 2011, sigur Jógvan Ravnsfjall víðari, at tá setti býráðið eina nevnd um at ajourføra listan. Hetta bleiv gjørt við mær sum formanni.

Hesin listin bleiv eisini latin býráðnum og á tí listanum hevur økið “Yviri á Grundum” eitt frámerki ella eitt nummar.

Økið “Yviri á Grundum” er bæði á listanum frá 87 og frá 2014, tá ajourførdi listin bleiv handaður býráðnum.

Øll øki sum eru friðað hjá Tjóðsavninum hava eitt friðingarnummar og eitt slíkt hevur økið “Yviri á Grundum eisini”.

Á kortinum, sum sæst á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum, sæst nummarið Yviri á Grundum verða skrásett sum nr. 84011.

Her er leinkjan til kortið við friðaðu økjunum:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu