Lýsing
Lýsing
Lýsing

Guttorm Sørensen heiðraður á aðalfundi ÍSF’s

SKRIVAÐ: ÍSF  |  07.05.2018 - 07:10 Tíðindaskriv Tíðindi

Leygardagin hevði Ítróttasamband Føroya aðalfund í ÍSF-húsinum. Nógv fólk var møtt á fundi. Á skránni var m.a. val av forseta og starvsnevndarlimum umframt ymiskar broytingar í viðtøkunum.

Heiðursskjal Poul E. Petersens

Serligt við ársaðalfundinum í ár var, at leisturin at handa persóni, sum á serstakan hátt hevur viðvirkað til menningina av ítróttagrein, heiðursskjal Poul E. Petersens varð tikin upp aftur eftir at hava ligið stillur í fleiri enn 10 ár. Heiðursskjalið varð givið einum av okkara fremstu rennarum, Guttorm Sørensen.

Í grundgevingini hjá nevnd Poul E. Petersens at tilluta Guttormi heiðursskjalið varð sagt, at Guttorm Sørensen hevur verið drívmegin í Treystinum, síðani tað varð endurstovnað í 1998, eins og hann hevur verið tað sama í Frælsur Ítróttur Føroya síðani stovnanina í 2002. Guttormur hevur verið við í starvsnevndini síðani stovnanina, eins og hann hevur verið kassameistari í samfull 16 ár.

Renning hevur í hesum tíðarskeiðinum ment seg til at verða ein tann størsta ítróttagreinin í Føroyum, og sjálvbodna arbeiðið hjá Guttormi er ein avgerandi orsøk til hetta. Tí er tað ein samd nevnd, sum letur Guttormi Sørensen heiðursskjal Poul E. Petersens. Guttorm hevði ikki møguleika at verða til staðar, og tí varð tað forsetin í Frælsur Ítróttar Føroya, Hallur Holm, sum tók móti heiðursskjalinum vegna Guttorm.

Elin Heðinsdóttir heldur fram sum forseti

Tríggir av nevndarlimunum í starvsnevndini stóðu fyri vali á aðalfundinum í ár. Hesi vóru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, umframt Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, nevndarlimir.

Einki mótvalevni var til formanssessin, og tí varð Elin Heðinsdóttir Joensen afturvald. Við hesum situr Elin sum forseti næstu fýra árini. Elin takkaði fyri álitið og segði, at hon gleðir seg at arbeiða víðari við teimum mongu spennandi ætlanunum, sum starvsnevndin hevur fyri ítróttin í Føroyum.

Einki mótvalevni var til nevndarlimirnar, sum stóðu fyri afturvali. Tí vórðu teir báðir Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen afturvaldir.

Roknskapirnir verða tøkir

Sum nakað nýtt verða roknskapirnir hjá sersambondunum framyvir tøkir á heimasíðuni hjá Ítróttasambandi Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni