Lýsing
Lýsing
Lýsing

Guttorm Sørensen heiðraður í býráðshøllini í kvøld

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.05.2018 - 21:24 Myndarøð Tíðindi

Ikki kann sigast annað, at tað var ein rørandi løta í býráðshøllini í kvøld, tá ein av okkara ítróttarfólkum, ið ikki bert hevur gjørt seg galdandi frammi í fremstu røð í síni ítrótt, men sum eisini er maðurin, ið helst hevur gjørt størsta arbeiðið, sum nakað ítróttarfólk í nýggjari tíð, hevur gjørt fyri ítrótt sína. Tá ið um kapping ræður, sosialt og ikki minst organisatoriskt.

Løtan var væl fyriskipað í býráðshøllini, har Maria Ziskason Nesá bjóðaði okkum vælkomnum fyri býráðið.

Síðani løgdu 7 sangarar løgdu fyri við at syngja tveir vakrar sangir, og síðan helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu, áðrenn hann vegna kommununa handaði Guttormi gávu. Eftir hetta helt Hallur Holm røðu vegna sersambandið fyri frælsan ítrótt, og síðan nýtti Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar ítróttarfelag eisini høvið at ynskja Guttormi til lukku. 

Ein serlig løta var eisini, tá ið Rebekka Fuglø, sum Guttorm hevur verið venjari hjá í mong ár, helt røðu og ynskti honum til lukku. Rebekka bar eisini fram heilsan frá ungdómsdeildini hjá Treysti, áðrenn Andreas Josephsen, formaður í Treysti at enda segði nøkur orð.

Orsøkin til Heiðursløtuna í býráðshøllini var, at Ítróttasamband Føroya hevði heiðrar Guttormi við Heiðursskjali Poul E Petersens.

Norðlýsið fer at hava meira um heiðurin hjá Guttormi seinni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…