Lýsing
Lýsing
Lýsing

So byrjar arbeiðið í Skúvadali aftur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.05.2018 - 14:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í morgin leygardagin, verður sett hol á triðja arbeiðis summarið í Skúvadali. Skótarnir siga takk til allar hjálpandi hendur, ið kunnu koma við og taka hond í.

Klokkan 08.00 verður farið av Oyravegnum og til gongu eystur, tað tekur alt frá góðum tíma til út ímóti tveimum tímum at ganga, alt veldst um orku og forvitni hvussu langa tíð ein brúkar.

Í Uppistovu hjá skótunum var fundur mikukvøldið. Har kom fram, at arbeiðið í morgin fyri tað mesta fer at snúgva seg um at gera klárt inni, soleiðis at køkurin kann setast upp, tí eru handverkarar við skrúvumaskinu kærkomnir við. Sigið frá hjá Árna Skaale á tlf. 758100 um tit hava hug at luttaka.

Eg kann siga, at sjálvt um tað fer at regna, so fara vit. Inni í húsinum er heitt og fjálgt. Harafturat plagar matur og kaffi ikki at tróta.

Í komandi vikuskiftum fara vit eisini at hava brúk fyri nógvum “manpower”, tí ætlanin er at gera liðugt rundan um tyrlupallin. Ein gongugøta skal eisini gerast, helst skal gøtan eisini kunna nýtast til koyristólar. Hon skal gerast frá tyrlupallinum og oman at húsunum.

Afturat hesum hava vit ætlanir um at gera túni kring húsini í góðan stand.

Jú har er nógv at taka hond í. Eg skal heilsa frá skótunum, at tú ert sera væl komin at hjálpa til, sjálvandi eisini um tú ongantíð hevur verið skóti. Tú fært heilt víst eina hugnaliga løtu har eysturi í løn. Sum sagt, ring til Árna Skaale á tlf 758100.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð